Skriva út

Eitt føroyskt Bíbliufelag

16.05.2012 Tíðindi
Eitt føroyskt Bíbliufelag

Ætlanin er at stovna eitt føroyskt Bíbliufelag eftir altjóða leisti, t.e. eitt bíbliufelag, ið virkar felagskristiligt og tvørkirkjuligt.

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at útgeva Bíbliur, kunna um Bíbliuna og fáa til vega tilfar, sum gevur íblástur til bíbliulesturin. Ein partur av virkseminum er at fáa Bíbliuna og tað bíbilska tilfarið út til so mong fólk sum møguligt bæði heima og úti í heimi.

Allar kirkjur og allar kristnar samkomur verða bodnar við í Tað Føroyska Bíbliufelagið. Eisini einstaklingar kunnu gerast limir. Á stovnandi fundi verður ein reglugerð viðtikin, ið virksemi felagsins verður stjórnað eftir.

Ein fyribils Bíbliunevnd

Til tess at fyrireika arbeiðið fram ímóti einum føroyskum bíbliufelag, hevur biskupur saman við øðrum tikið stig til at seta eina bíbliunevnd. Í hesi fyribils nevnd sita bæði umboð fyri fólkakirkjuna og fríkirkjurnar í Føroyum. Tá Bíbliufelagið er stovnað, verður bíbliunevndin samstundis avtikin.

Bíbliunevndin hevur sum endamál :

1) At arbeiða fram ímóti, fyrireika og gera uppskot til eitt føroyskt bíbliufelag.
2) Í samráð við danir at yvirtaka ognarrættin til Bíbliuna (Dahl/Viderø). Tað Danska
Bíbliufelagið eigur henda rættin. Bíbliunevndin kemur sostatt at hava ognarrættin
eina skiftistíð. Tað føroyska bíbliufelagið fær síðani ognarrættin til Bíbliuna (Dahl/
Viderø).
3) At samvinna við Tað Danska Bíbliufelagið og onnur bíbliufeløg.

Við bøn um Harrans signing

Jógvan Fríðriksson, biskupur