Skriva út

Eitt dreymastarv

26.08.2010 Tíðindi
Eitt dreymastarv (1)


Derhard Jógvansson er fyri stuttum settur í starv í Suðurstreymoy. Hann hevur nógvar ætlanir og visjónir, men hann ætlar at ganga hóvliga framm.

Derhard er fyri stuttum liðugur við lesnaðin og starvaðist stutt sum føroyskur prestur í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn, áðrenn hann flutti heimaftur. Derhard er sera glaður um fyrstu tíðina í starvinum.

– Tað er eitt spennandi starv við nógvum møguleikum. Eg havi góðar starvsfelagar í Bergi og Hera, sum hjálpa mær væl. Enn er alt rættiliga nýtt, og eg eri ikki komin í eina fasta legu enn. Eg eri enn í holt við at flyta, og tí havi eg ikki havt so góða tíð til ymiskt, sum eg kundi hugsað mær. Men tað byrjar at laga seg nú. Eg vóni at fáa betri tíð til millum annað húsvitjanir.
– Hetta er eitt dreymastarv fyri meg. Hetta er ein stór sókn við nógvum møguleikum, og kirkjufólkið bakkar upp um kirkjuna. Eg havi nógv hugskot og dreymar, og eg eri spentur uppá framtíðina í starvinum. Kirkjuráðini eru sera góð og eru ikki bangin fyri at royna okkurt nýtt. Millum annað verður skipað fyri kirkjukaffi eftir gudstænastu í Vesturkirkjuni. Tað er sera gott fyri samanhaldið, at fólk kunnu steðga á og fáa sær eitt prát afturvið einum kaffimunni. Harafturat ætla vit at byrja uppá PREP, sum er eitt skeið fyri pør. Eisini verða barnabøkur keyptar til kirkjunar, sum børnini kunnu lesa undir gudstænastuni. Alt hetta er við til at gera kirkjuna breiðari og meira viðkomandi, sigur Derhard.

Royndirnar sum prestur í Danmark er Derhard glaður fyri, men tað er nógv, sum er øðrvísi í nýggja starvinum.

– Í Danmark var eg sjúkrahúsprestur og hevði nakrar fáar gudstænastur um mánaðin. Nú eru tær kirkjuligu handlingarnar nógv fleiri og meira umfatandi. Harafturat havi eg fingið konfirmantar, og tað haldi eg vera sera gevandi. Tey ungu eru sera spent uppá at læra og eru ikki bangin fyri at kjakast. Mín fyrsta tíð verður brúkt uppá at seta meg inn í kjarnuuppgávurnar hjá prestinum og at læra frá teimum, sum hava gingið frammanundan. Eg havi sjálvandi nógv hugskot, sum eg kundi hugsað mær at ført út í lívið, men tað kemur við tíðini. Eg ynski at ganga hóvliga fram og altíð at hava leikfólkið við. Tey, sum vilja vera virkin í kirkjuni og kanska koma við onkrum nýggjum, skulu eisini hava møguleika til tess. Í Danmark verður lagdur stórur dentur á sosiala samanhaldið í kirkjuni við kirkjukaffi og líknandi tiltøkum. Hetta dámdi mær sera væl, og kundi eg eisini hugsað mær, at vit tóku tað til okkum í Føroyum, sigur Derhard Jógvansson at enda.

Orð & mynd: Heini S. Kristiansen