Skriva út
Eitt dreymastarv
28.07.2010 Tíðindi

Duga ov illa við ungum
Orð & mynd: Heini S. Kristiansen
Samrøða við Ann Dahl-Hansen um hvat kirkjan dugir væl, og hvat hon kann gera betri.
Ann Dahl-Hansen varð sett í fast starv sum prestur í Suðurstreymoy. Áðrenn hevði hon virkað sum avloysaraprestur í eina tíð.
Eg hitti hana til eitt prát í hugnaligu húsunum í miðbýnum. Tað gerst mær beinan vegin greitt, at Ann veruliga gongur høgt upp í starvið sum prestur, og at hon hevur nógv hugskot og visjónir. Hon er heldur ikki bangin fyri at hyggja inneftir og viðganga, at kirkjan á summum økjum rakar við síðuna av.
– Tað gjørdi stóran mun at verða sett á fast starv, hóast tað er júst tað sama starvið. Áðrenn var tað eitt sindur trupult at finna seg til rættis í starvinum og fáa frið við støðuna. Tú torir heldur ikki ordiliga at royna hugskot, tá ið tú ikki veitst, hvussu leingi tú ert í starvinum, sigur Ann, sum nú veruliga er komin til rættis í starvinum.
– Sonja, Sverri, Uni og eg tosa væl saman, og vit hava ymsar ætlanir. Vit hava tosað um, at fara í holt við okkurt í Hoyvíkar kirkju. Millum annað ætla vit at bjóða Prep-skeið út til pør. Vit ynskja at geva pørunum, sum gifta seg í kirkjuni, eitt amboð í parlagnum. Onkursvegna er tað ov bíligt, at prestur einans giftur eitt par og síðani einki hevur við tey at gera aftur. Við hesum ynskja vit at bjóða undirvísing og ráðgeving, sigur Ann.
Hoyvíkar kirkja er nýggjasta kirkja í Føroyum. Hoyvík er ein spennandi býarpartur í vøkstri, og fyrstu tíðina var altíð fullsett í kirkjuni. Hetta er tó broytt.
– Talið lækkar fyri hvønn sunnudag. Tað má gerast okkurt, um kirkjan ikki skal standa tóm. Vit hava ikki verið nóg góð til at taka ímóti teimum ungu barnafamiljunum. Hoyvík er ein ungur býarpartur, og tað gongur væl hjá grannasamkomunum, Oasuni og Lívdini. Vit kunnu læra nógv frá teimum. Vit mugu seta barnafamiljurnar meira í fokus, sigur Ann, sum ikki dylur fyri, at børn og ung eru hennara hjartamál.
– Hámessan hugtekur ikki børnini og tey ungu. Har verður brúkt eitt mál, sum tey ikki skilja. Vit mugu hugsa alternativt, um vit skulu røkka teimum. Tað er tó torført at finna tíð og orku til alternativ tiltøk. Men loysnin kann vera at aktivera leikfólkið, eins og tað verður gjørt við sunnudagsskúlanum í Hoyvíkar kirkju. Mær dámar sera væl, tá fólk koma við hugskotum, tí at tað kann vera torført hjá presti at seta okkurt nýtt í verk, tá ið vit frammanundan hava so nógvar kirkjuligar handlingar.
Ann er ikki bangin fyri at siga sína meining, men tað er eyðsýnt, at hon ger tað við einum kærleika til kirkjuna og einum ynski um, at kirkjan skal møta øllum.
– Vit mugu vera erlig og siga, at kirkjan hevur verið ov vánalig til at møta teimum ungu. Tíðirnar eru broyttar, og børn verða ikki leidd í kirkju. Ung eru ikki kirkjuvand, og tey kenna seg fremmand í hámessuni. Tí hevði tað verið upplagt at havt ein bókling í forkirkjuni, har tað stóð hvat ritualini eru um, nær vit reisast undir gudstænastuni, trúarjáttanin, bønirnar og annað. Tað skal vera í ordan, um tú ikki dugir at ganga í kirkju, og tú skalt kenna teg vælkomnan kortini. Formurin má ikki vera so stirvin, at fólkið ikki skilir, hvat vit siga og kenna seg fremmand. Aðrar samkomur klára at fáa allar aldursbólkar at kenna seg vælkomnar, og so eiga vit eisini at klára tað. Vit mugu kenna okkara vitjanartíð og tosa gleðiboðskapin til nútímans menniskja, sigur Ann Dahl-Hansen at enda.
Onnur tíðindi