Skriva út

Einki er sum góður sálmasangur

03.08.2023 Tíðindi
Bjarni Dalsgaard

Tað munnu vera fáir sunnudagar, at Bjarni Dalsgaard ikki telist millum tey, sum leita sær til gudstænastu í Skálavík. - Her havi eg búð, og her havi eg altíð gingið í kirkju, sigur 75 ára gamli skálvíkingurin.

Skálavík: Mong eru tey, sum sunnudag eftir sunnudag leita sær í heimligu kirkjuna ella fara í kirkju í aðrari bygd.
Bjarni Dalsgaard telist eisini millum hesi. Tí, sum hann tekur til:
- Hjá mær hoyrir tað bara til ein sunnudag at fara í kirkju.

Í kirkjuni í Skálavík hevur sum oftast verið ein, ið spældi upp á orglið. Men, sum lesast kann seinni í greinini, er tað ikki soleiðis longur hvønn sunnudag.
Ein talgildur møguleiki, sum ger brúk av stóra sálmasavninum hjá Kringvarpinum, loysir nú organistin av við millumbilum. Á henda hátt er, um ikki annað, so altíð orgulspæl, tá gudstænastur verða hildnar.
- Eg haldi sjálvur, at henda loysnin er góð. Tað hjálpir eisini sera væl, at tað ikki bert er tónleikurin, sum verður spældur, men at sálmasangur somuleiðis er við í hesum upptøkunum, sigur hann.

Kringvarpið hevur ferðast kring landið og gjørt upptøkur av sálmasangi. Hesar upptøkur eru nú eitt kærkomið amboð at brúka í kirkjum og aðrastaðni, har eingin er at spæla til sálmasangin.
Afturvið hesum fær ein gott orgulspæl og góðan sálmasang frá hundraðtals sangglaðum fólkum, sum av og á verður kryddaður við frálíkum hornblástri. Á henda hátt følir ein, at ein er við í einum størri felagsskapi, hóast tað ikki altíð eru so nógv fólk í heimligu kirkjuni.

Elsta orglið
Ein góður partur av einihvørjari gudstænastu er tónleikurin – millum annað alt tað, sum organisturin spælir sum preludium og postludium.
Tað, sum tó man hava eins stóran týdning fyri tey, sum leita sær í kirkjuna, er sálmasangurin – ella vit kundu sagt: sálmaskattur okkara í Sálmabókini.

Støðan er jú einføld hon, at tað bara eru vit sum syngja á føroyskum. Tí man tað vera ein frægd hjá øllum teimum sangglaðu her á oyggjunum, at vit eiga eitt so stórt úrval av sálmum og sangum á móðurmálinum – enntá í fleiri ymiskum útgávum.
Her í Skálavík hava tey haraftrat ta serstøðu, at orglið í kirkjuni er tað elsta, sum enn er í brúki í føroysku kirkjuni. Orglið er í roynd og veru bygt í 1868, og er sostatt 155 ára gamalt. Men hóast høga aldurin, er enn dugur í tí.

Í bókini ”Hvíta kirkjan”, sum kom út í 1991, tá Skálavíkar kirkja gjørdist 100 ár, verður greitt frá, at hetta orglið kom higar í 1929. Tá hevði tað longu verið í brúki í samfull 60 ár í kirkjuni í Humlebæk í Danmark.
Orglið verður eisini roknað millum tey elstu í kongaríkinum. Við hetta orglið hava verið skiftandi organistar, sum við sínum spæli hava gjørt sítt til at mynda sálmasangin í Skálavíkar kirkju øll hesi árini.


- Henda talgilda loysnin riggar bara væl, sigur Bjarni Dalsgaard, trúgvur kirkjugangari í Skálavík

Trúgvur organistur
Í dag er tað, sum vit hava nevnt í aðrari grein, Elsa Maria Trondesen sum røkir tænastuna sum organistur.
Men sum nevnt, ber tað ikki altíð til hjá henni at spæla í kirkjuni. Tí hevur kirkjan útvegað sær eina skipan, har til ber at brúka stóra sálmasavnið hjá Kringvarpinum sum undirspæl til sálmasangin.

Líkt er til, at fólkinum dámar væl hesa loysnina – tí hvat var annað í at velja? Uttan tónleik afturvið sálmasanginum kann tað mangan vera munandi tyngri at syngja.
Ella sum forkvinnan í kirkjuráðnum, Anita Joensen tók til:
- Hetta var ein rættiliga ódýr loysn. Men lat meg tó sláa fast, at okkum dámar allarbest, tá orglið verður brúkt, tá vit syngja sálmarnar. Vit hava heilt einfalt vant okkum við, at tað er okkara trúgvi organistur sum spælir, tá gudstænasta er.

Nummar eitt
Skipanin við talgilda sálmasanginum hevur verið roynd í Skálavíkar kirkju í hálvtannað ár, og Bjarni Dalsgaard er ein av teimum, sum er fegin um hana.
- Jú, jú, hetta er útmerkað, og ein góð loysn til at stuðla sálmasanginum í okkara kirkju, sigur hann. 
Og Bjarni leggur í sama andadrátti aftrat:
- Hinvegin er tað so avgjørt nummar eitt, tá okkara egni organistur, Elsa Maria situr við orglið og spælir.
- Men soleiðis er tað bara ikki altíð, tíverri, sigur hann at enda.

Orð/mynd: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

- - - -
Hetta er triðja og seinasta greinin í hesum umfarinum, har vit hava greitt frá orgultónleiki og talgildum tónleiki í Skálavíkar kirkju, eins og vit hava greitt frá, hvussu Kringvarpið víðkar um sálmasavn teirra.

Hesar greinarnar eru:
”Tøknin er góð – men einki er sum eitt orgul”, sum kann lesast við at trýsta her.
”Tey syngja sálmar av hjartans lyst”, sum kann lesast við at trýsta her.