Skriva út

Eingin orsøk at óttast, tí Jesus er nær

04.05.2023 Tíðindi

”Óttast ei, vak og bið”! Man tað ikki vera ein góð regla at byrja henda sálmin við? Satt er tað, at hann á donskum kallast ”Uforsagt, vær på vagt”, men man hetta føroyska heitið ikki fáa flestøll at skilja, hvat hesin troystar-sálmurin veruliga snýr seg um? 

SÁLMATÝÐING: Hetta var helst ein av spurningunum, sum Símun av Skarði skuldi taka støðu til, nú hann hevði sett sær fyri at geva føroyingum sálmin ”Óttast ei, vak og bið”.
Mong kennast uttan iva við vakra sálmin og vakra lagið, sum tey lærdu í skúlanum, og sum ein danskur prestur hevði givið konu síni í føðingardagsgávu í 1848.

Hesi einfaldu, men tó sigandi orðini, eru løtt at minnast, - ikki minst tí, at tvær tær fyrstu reglurnar í fyrstu fimm ørindunum eru eins. Boðskapurin er kortini greiður: Jesus vil leiða teg, um alt sýnist svart. Tað ger hann, tí hann er hvørjum menniskja nær. Hóast tey kanska ikki síggja henda trúfasta vin teirra, so er hann har kortini.


Símun av Skarði yrkti tjóðsangin ”Tú alfagra land mítt”, og gav okkum nógv annað gott úr hondum, bæði upprunaligt og umsett, millum annað sálmin, ið vit her umrøða

Spyrt tú fólk í dag um henda sálmin, so fært tú ymiskt áhugavert at vita um tann týdning, hann hevur og hevur havt fyri tey gjøgnum lívið. Her eru nøkur dømi um tað.
Tann fyrsti persónurin sigur, at hetta er ein sera vakur sálmur, og leggur aftrat tí, sum teksturin sigur, at tað er nú, ið vit hava møguleika at virka og tæna Harranum av hjartans grund.
Ein annar persónur sigur, at hetta er ein sigandi sálmur, og ein triði sigur, at hon lærdi henda sálmin, tá hon á sinni gekk til prest hjá Høgna Poulsen og var fermd í Miðvágs kirkju.

- Sálmurin er sera góður og sigur mær so nógv. Tað er gott at vita, at Jesus er nær hjá mær, bæði tá tað gongur við og tá tað gongur ímóti. Eg havi verið sera sjúk, men hesin sálmurin er altíð við henni. Eg gangi tí ofta og murri hann fyri mær sjálvari.


Óttast ei, vak og bið” stóð fyrstu ferð á prenti í ”Ungu Føroyar” í februar 1914

Tá eg biði
Vit fara víðari til eina aðra kvinnu, sum minnist væl, tá hesin sálmurin var sungin til morgunsangin í einum av skúlunum í Havn. Hjá henni er eingin ivi um, at innihaldið í sálminum hevur givið skúlabørnunum eina barlast fyri lívið.
Ein onnur kvinna greiðir frá, at tey eisini sungu henda sálmin í teirra skúla. Hinvegin er tað fyrst nú, tey seinnu árini, at hon veruliga hevur givið sær far um, hvussu vakur hesin sálmurin er.
Vit taka eisini tann sætta persónin við í frásøgnina. Hetta er ein kvinna, sum er virkin í einum kristnum felagsskapi.
Hon sigur soleiðis:
- Støðan hjá mær er soleiðis, at tá eg eri í bøn, tá koma ofta sálmar og sangir til mín. Hesin sálmurin, ”Óttast ei, vak og bið” er ein teirra.


Rætt skal vera rætt: Tað stóð einki um, hvør ið hevði týtt sálmin til føroyskt. Hetta lítla ískoytið stóð í næstu útgávuni

Og so lata vit ein mann enda henda partin av innganginum. Tá hann misti ein góðan vinmann, fann hann troyst í 1. ørindi av sálminum.
- Ja, hetta ørindið sigur tað so væl, at vit skulu ikki óttast. Vit hava Jesus hjá okkum, og hann er okkara styrki.

Tunglyndi og sorg
Í fyrru greinini ”Hvørja gávu fær konan, ið eigur alt? - Jú, ein sálm”, ið var løgd út her á heimasíðuna 2. mai 2023 – verður nortið eitt sindur við søguna um henda vældámda sálmin.
Tað var danski presturin, Hans Agerbek, sum í 1848 tók konuna fullkomiliga á bóli, tann dagin hon fylti 53 ár. Hvat skal ein geva eini kvinnu, sum eigur alt, men hevur tørv á einum troystarríkum sálmi?
Hans Agerbek visti ráðini, og gav henni sálmin ”Uforsagt, vær på vagt” í gávu. Hann kom væl við hjá konuni, Marie, sum stríddist við lágt sjálvsvirði og tunglyndi. Einki er tó sagt um reaksjónina frá henni.
Sálmurin var almannakunngjørdur sama árið, kom síðani í eina sangbók fyri og aðra eftir, og var haraftrat brúktur í einum føri, tá eitt húski var í sorg, tí sonurin var deyður í kríggi.


Háskúlamenninir báðir – Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði komu eisini út – og út í ta stóru verð - sum føroyskt frímerki

Nøkur ár seinni kom sangurin hjá Agerbek eisini fyri oyruni á Símuni av Skarð. Hann gjørdi av, at føroyingar eisini áttu at kunna sungið sálmin á móðurmálinum.
Hetta var ein sera virkin tíð hjá honum. Hann var bæði tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, stjóri í Føroya Fólkaháskúla, hevði yrkt okkum tjóðsangin ”Tú alfagra land mítt” í 1906, og mundi hava nógv onnur jørn í eldinum.
Men tøkk skal hann hava fyri, at seta tíð av til at lata sálmin, sum vit umrøða í dag, í føroyskan búna.


Frá ”uforsagt” til ”óttast ei”
At skriva ella umseta tilfar í bundnum og óbundnum máli, er ikki løtuverk hjá tí, sum ynskir at hetta skal gerast ordiligt, og at tað haraftrat skal halda í áravís.
Neyvan hevur tað heldur verið lætt hjá Símuni at umseta henda sálmin. Longu frá byrjan av – ja, í roynd og veru í allarfyrsta orðinum - møtti hann fyrstu avbjóðingini: Hvussu í víðu verð skuldi hann týða tað erka-danska og sigandi orðið ”uforsagt” til føroyskt?

Hesa tíðina, fyri 112 árum síðani, fanst neyvan tað stóra úrvalið av føroyskum orðum og vendingum, og heldur ikki sum í dag, nú løtt atgongd er til fleiri danskt-føroyskar orðabøkur á Alnetinum.


”Óttast ei, vak og bið” er nummar 388 í Sálmabókini undir evninum ”Bøn”, og er tí vælegnaður at syngja dýra biðidag. Her er ein broyting gjørd í næstseinastu regluni: Orðini "Várharra tæna" er vorðið til "Harranum tæna".

Tað var kortini ikki bara Símun, sum skuldi finna eitt hóskandi føroyskt orð til hetta, tí líkt er til, at nógvir danir hava ivast í orðinum ”uforsagt”.
Hetta var jú orðið, ið skuldi geva sanginum ein lit, eina góða byrjan og sítt sermerki. Tí var týdningarmikið at finna tað rætta føroyska orðið til høvið.

Ikki tí, - sjálvt í dag eru tað neyvan allir danir, ið kenna hetta fyrsta orðið. Í einari av útgávunum til sangin hava donsku útgevararnir gjørt sær ómak, við at greiða frá hesum í mangar mátar forkunnuga orðinum, sum helst var meiri brúkt tá, enn í dag.
Ja, her verður sagt, at ”uforsagt” hevur ymiskar merkingar, so sum: vær frejdig, frimodig, uforknyt, ikke nedtrykt eller bedrøvet.

Út frá hesum u-for-sagt skuldi Símun so finna eitt gott føroyskt orð við trimum stavilsum. Soleiðis kom hann fram til orðini ”ótt-ast-ei”, sum er byrjanin til fyrstu fimm ørindini.

Endurorðing
Enn í dag, nú vit í morgin halda dýra biðidag, verður hesin bønarsálmurin sungin við hesari vendingini, um at vaka og biðja, og ikki óttast, tí Jesus hevur vunnið okkum frið. Umframt hetta var hann noyddur at finna onnur orð fram, tá 6. og seinasta ørindi, sum brýtur nakað frá, skuldi umsetast.

Hvussu týðarin er komin til júst hesar fyrstu reglurnar, er ikki gott at siga, men skilliga hevur tað verið neyðugt hjá Símuni at umyrkja sálmin frá grundini.


”Ungu Føroyar” var útgivið av Føroya Kennarafelag, og kom fyrstu ferð út í 1907. Blaðstjóri var Símun av Skarði

Tað er helst so, at hann hevur gjølla hugleitt um merkingina í teimum upprunaligu reglunum, og síðani endurorðað merkingina - ikki orð fyri orð, men við heildarhugsanini í huga.
Soleiðis fingu vit tann 7. desember í 1911 henda kæra bønarsálmin og troystarsálmin, sum enn verður sungin. Hann er so avgjørt hóskandi at syngja í kirkjum okkara í morgin.
Góðan dýra biðidag!

 - - -
Hevur tú hug at fáa meiri at vita um upprunan til sálmin ”Uforsagt, vær på vagt” ber til at lesa greinina her.

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Myndir: Alnetið