Skriva út

Eingin gudstænasta trettanda dag jóla og 1. sunnudag eftir trettanda

04.01.2022 Tíðindi

Sum øllum kunnugt ger Covid-19 álvarsliga um seg. Talið av smittaðum pr. dag setir nýtt met frá degi til dags. Eisini í dag eru tølini álvarsliga høg.

Við støði í tíðindafundi Løgmans tann 30. desember 2021 og samskifti við læknafrøðiligan myndugleika um ársskiftið, mæla undirritaðu til, at ongar gudstænastur verða 6. januar og sunnudagin 9. januar 2022.

Aðrar kirkjuligar tænastur mega lagast til umstøðurnar við so fáum fólkum sum møguligt.

Mánadagin 10. januar 2022 verður mett um støðuna av nýggjum.

Við ynski um Guðs frið og eitt eydnuberandi nýggjár.


Tórshavn 3. januar 2022.

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur