Skriva út

Eingin gudstænasta nýggjársaftan, nýggjársdag og sunnudagin 2. januar.

30.12.2021 Tíðindi

Sum øllum kunnugt ger Covid-19 álvarsliga um seg. Talið av smittaðum pr. dag setir nýtt met frá degi til dags.

Við støði í tíðindafundi Løgmans í dag og neyvum samskifti við læknafrøðiligan myndugleika, mæla undirritaðu til, at ongar gudstænastur verða um ársskiftið 21/22.

Aðrar kirkjuligar tænastur mega lagast til umstøðurnar við so fáum fólkum sum møguligt.

Við ynski um Guðs frið og eitt eydnuberandi nýggjár.

Tórshavn 30. desember 2021.

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur