Skriva út

Eina kirkju, - hana mugu vit bara hava

27.02.2023 Tíðindi

Árnfirðingar høvdu bíðað leingi, men nú upprann umsíðir sunnudagurin 10. oktober 1937. Hetta var dagurin, tá tey fingu sína egnu kirkju.

Kirkjulív í Árnafirði – grein 4 av 7:
Hetta var dagur í viku hjá árnfirðingum, og øllum hinum sum vóru komin til bygdar henda vakra og hátíðarliga sunnudagin í oktober.
Tað er jú ikki á hvørjum degi, at fólk í eini bygd, har tað bert búgva um 90 fólk, kunnu skipa fyri vígslu av nýggjari kirkju. So mikið meiri var tað júst hetta, sum alt snúði seg um henda dagin í oktober mánaði fyri skjótt 86 árum síðani. 

Um morgunin vóru teir almennu gestirnir komnir sjóvegis til bygdina. Onnur høvdu gingið upp um fjøll fyri at koma til bygdar, har alt var merkt av hátíðardámi og gestablídni.

Bíðað var í spenningi til vígslan skuldi byrja. Og jú, - nakað eftir middag hendi tað so umsíðir: Skrúðgongan byrjaði við  Føroya prósti og amtmanninum, sum gingu á odda við prestum, løgtingsformanni og løgtingsmonnum og øðrum aftaná.

Hyggur tú eftir viðheftu myndini av skrúðgonguni, sigur hon alt um ta hátign og virðing sum almenni myndugleikin vísti bygdarfólkinum henda dagin. Teir hábornu gestirnir fyrst, og síðani børn, tilkomin og eldri.
Komnir niðan til kirkjuna kundi teir alt fyri eitt staðfesta, at hetta var ein dagur, sum alt fólkið hevði bíðað leingi eftir, og ein dagur, sum tey øll vildu uppliva av fremsta beinki.
Ja, kirkjan var longu stúgvandi full av fólki, og fleiri vóru, sum ikki sluppu longur inn enn í forkirkjuna.


Tað var eisini júst hetta, sum teirra egni prestur legði dent á, tá hann á fyrsta sinni steig upp á prædikustólin og talaði yvir dagsins tekst.
- Árnfirðingar hava altíð staðið saman sum eitt kirkjulið, segði hann, samstundis sum hann segði seg vóna, at hesin trúskapur vildi halda við, nú teir høvdu fingið egna kirkju.


Ein, ið nevndir seg ”Ferðamaður” skrivar seinni um hesa stórhending í blaðnum Tingakrossi. Hann sigur tað soleiðis:
- Tað mundu vera fá av ferðafólkunum umborð á Smirli, sum ikki kendu á sær, at tey vóru eitt minni ríkari eftir henda dag.


Tekningarnar av kirkjuni, sum Palli Gregoriussen hevur gjørt, vísa greitt alt tað, sum sermerkir hesa sera vøkru og vælhildnu kirkjuna.

Langt til sóknarkirkjuna 
Í trimum greinum hava vit nortið við nakrar tættir, sum knýta seg at kirkjuni og kirkjulívinum í lítlu bygdini Árnafjørður.
Vit hava greitt frá eini deknagudstænastu; vit tosaðu síðani við tann bert 19 ára gamla klokkaran; vit tosaðu við urguleikaran, sum, kunnu vit siga, eigur næsta tørn at medvirka, tá liðugt er at ringja inn. 

Í trimum komandi greinum fara vit so nøkur stig víðari. Vit tosa fyrst við annan av deknunum; vit tosa við ein mann, sum hevur sítt fasta pláss undir liðini á urguleikaranum; og vit tosa somuleiðis við eitt kirkjufólk.
Men í dag fara vit heili 86 ár aftur í søguna, til tann søguliga og minnisríka dagin, tá árnfirðingar fingu egna kirkju. Her verður kortini bert steðgað við nøkur fá søgubrot um hesa stórhending.

Frammanundan hesum stóra degi var tann gamla kirkjan í Klaksvík (1866 til 1963) teirra sóknarkirkja, um ein kann siga tað so. Hagar fóru árnfirðingar til allar tær sermerktu løturnar í einum mannalívi – til dóp, til konfirmasjón, vígslu og at enda jarðarferð.
Ábendingar eru kortini um, at í miðøldini hevur eitt bønhús verið í bygdini, veit Andras Sólstein at siga. Hann hevur skrivað áhugaverda og forvitnislig grein um kirkjuna í bókini ”Nýggjaru kirkjurnar” hjá J. P. Gregoriussen, sum kom út í 1999, og er í dag at kalla útseld.

Andras vísir á, at í bønum í bygdini finnast Bønhúshálvmørk og Bønhúsáin, og í dag finnur tú eisini Bønhúsveg. Men, leggur hann aftrat, at tað ein veit um at siga, so hava árnfirðingar røkt teirra kristinlív heima og í sóknarkirkjuni í Klaksvík. Her høvdu árnfirðingar sítt fasta pláss.
Áðrenn skúlin var bygdur í 1904, var annars lestur lisin í bóndahúsunum, men eftir tað var lestur lisin í skúlanum.



Hjá árnfirðingum var eingin ivi um tørvin á teirra egnu kirkju. 46 av teimum 90 fólkunum í bygdini skrivaðu undir áheitanina til Tingið um nýggja kirkju

Sum eitt forvitnisligt ískoyti hann nevnast, at skuldi lík jarðast, so var tað borið upp um Áarskarð til Klaksvíkar. Men tað mundi kennast sum ein lætti, tá kirkjugarðurin var vígdur 1925, altso 12 ár áðrenn teir fingu kirkjuna. Nú kundu teir ístaðin jarðast í heimbygdini.

46 av 90
Eins og tað tykist vera í dag, nú vit skriva 2023, so var mangan drúgt og eitt arbeiði, har tol kravdist, tá ein kirkja skuldi byggjast. Hjá teimum framtakshugaðu árnfirðingunum var eingin ivi um, at tað var ov møðsamt og torført at ganga allan vegin til Klaksvíkar.

Áhugavert er at lesa, at fimm ár frammanundan vígsluni, sendu ikki færri enn 46 árnfirðingar – ja, 46 av teimum íalt 90 fólkunum í bygdini – eina umsókn til tingið um studning til bygging av eini kirkju.

Og árnfirðingar høvdu ikki bert skrivað eina umsókn. Teir høvdu nevniliga gjørt sær ómak at koma við grundgevingum um, hví ið studningur skuldi latast teirra kirkju. Teir skriva millum annað, at teir sita sera illa fyri at koma í kirkju, tí vegurin til teirra sóknarkirkju í Klaksvík er langur og tvørligur, bæði yvir land og til sjós.

Við nýggju kirkjuni slapp fólkið í bygdini undan at fara upp um fjøll fyri at koma í kirkju í Klaksvík

Hyggur tú í Løgtingstíðindi frá 1932 stendur at lesa í umbønini, at tað einans er í bestu veðurviðurskiftum, at líkindi eru hjá eldri og heilsubrekaðum fólki at koma í guds hús.
- Kirkjuferðir teirra kunnu av hesum eisini ætlast at vera fáar um árið. Fólkið hevur tí sterkan hug at koma til lagaligari kirkjulig viðurskifti, og eru villig til, eftir førimuni, at lata nakað av frívilligum arbeiði. 

Tann minsti studningurin, ið teir kunnu hjálpast við, er eftir meting teirra millum 8 og 10.000 krónur. Bæði sóknarpresturin og Føroya próstur geva tí umbønini sítt besta viðmæli.
Kirkjunevndin í løgtinginum ynskti at fáa fleiri upplýsingar í málinum, og at fleiri upplýsingar vóru fingnir til vega. Henda longri søgan endaði kortini við, at fígging fekst og kirkjan bygd og skuldi nú vígast.

Flaggskrýdd bygd
Eitt var tann fíggjarligi parturin, men nógv onnur viðurskifti máttu fáast uppá pláss áðrenn endaligt loyvi var givið, m.a. grundøki, tekning, útgerð og fólk at gera arbeiðið.
Men fyri at gera eina langa søgu stutta, so upprann umsíðir sunnudagurin 10. oktober 1937 við góðum veðri. Hetta gjørdi eisini sítt, at gestirnir úr Havn og Klaksvík, sum skuldu við til vígsluna, munnu hava havt ein góðan túr.

Einir 50 gestir vóru umborð á Smirli, sum legði leiðina av Havnini til Klaksvíkar, og síðani á Árnafjørð. Tá Smiril kom fyri lendingina, lógu árnfirðingar til reiðar við bátum at taka ímóti og føra fólkið til lands.

Vit venda eitt bil aftur til greinina, sum áðurnevndi Ferðamaður skrivaði í Norðlýsinum. Hann skrivar, at dagurin kundi neyvan verið betri valdur, tí her var bæði dýrdar sjógvur og blikalogn við sólskini, sum var talan um ein summardag.

Sum vituligt er, var bygdin øll flaggskrýdd – við Merkinum og Dannebrog, altso. Rithøvundurin siterar ein eygleiðara, sum tekur soleiðis til:
”Hóast Árnafjørður hevur borið orð fyri at vera sambandsbygd, so sást einki til hetta henda fagra morgun, tí føroyska tjóðarmerkið veittraði her í morgunlotinum eins væl og tað danska”.



Ein, ið nevnir seg Ferðamaður fegnast um hetta stigið at árnfirðingar umsíðir fingu egna kirkju. Her sæst brot (innrammað í reytt) úr hugleiðingum hansara um hesa stórhending, sum stóð at lesa í Tingakrossi

Umframt hesar almennu gestirnar sást tú fólk úr nógvum av Norðoyggjunum: Her hittust fólk av Borðoynni, Kunoy, Viðoy, Svínoy og aðrastaðni við.
- Hesi kendu øll á sær, at fólkini í hini millum fjøll burturgoymdu bygdini, hevði uppiborið at uppliva henda dag, tá teirra gamla ynski um at fáa sína egnu kirkju var gingið út, skrivar altso Ferðamaðurin.

Orð/myndir: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)

Hetta er fjórða greinin um kirkjuna og kirkjulívið í Árnafirði. Í næstu greinini fara vit at práta við eitt av trúføstu kirkjufólkunum, Elmar Justinussen.