Skriva út

Eina fólksliga kirkju

30.08.2010 Tíðindi
Eina fólksliga kirkju


Sjóvarprestur er nýggjur limur í prestafelagnum og í høvuðstýrinum hjá Heimamissiónini.

Ein av nýggju prestunum er Símun Jacobsen, prestur í Sjóvar prestagjaldi. Fyri trimum árum síðani fekk hann starv sum avloysari í Hvalba, ein tíð hann var sera glaður fyri, og nú hevur hann verið eitt hálvt ár í nýggja starvinum.
– Okkum dámar væl her. Vit eru sera væl móttikin og sum familja byrja vit ordiliga at finna okkum til rættis, sigur Símun

Símun er júst komin í nevndina í prestafelagnum og er eisini komin í høvuðsstýrið hjá Heimamissiónini.

– Áðrenn eg byrjaði sum prestur, setti eg mær fyri ikki at fara í nakra nevnd tey fyrstu tvey árini, tí at eg vildi fyrst og fremst savna meg um prestastarvið. Nú føli eg meg at hava yvirskot til hesar nevndirnar, og tað passar mær væl.

– Tá ið eg bleiv spurdur um at koma uppí høvuðsstýrið hjá Heimamissiónini fall tað mær natúrliga, tí at eg havi altíð havt eitt gott samband við Heimamissiónina. Eg síggi tess uppgávu sum ein stóran og týdningarmiklan part av tí kirkjuliga arbeiðinum. Kirkjurnar og missiónshúsini eiga eftir mínum tykki at samstarva, har tað er gjørligt, og tað er tíbetur rímiliga góð traditión fyri tí í Sjóvar prestagjaldi. Tað vóni eg heldur áfram og kanska betrast, sigur Símun og heldur fram:

– Á Skála hava vit ætlanir um at gera ein kirkjukjallara, og á Strondum er ætlanin at byggja eitt kirkjuhús. Hetta skal millum annað geva møguleika fyri at hava sunnudagsskúla í kirkjutíð, so at barnafamiljur fáa betri høvi at koma í kirkju. Hetta er eitt átak, ið kann vera øllum at gagni og sunnudagurin gerst enn betri. Hetta verður gjørt í samráði við missiónshúsini, sum eru við uppá hugskotið, sigur Símun.

Eitt hjartamál hjá Símuni er at fáa kirkjuna at hugsa lokalt og at troyta teir møguleikar, sum eru á staðnum.
– Karmarnir um kirkjuna skulu helst vera soleiðis, at vit rúma øllum menniskjum, og her skulu vit kenna okkum sum heima, og eigur trivnaðurin og gleðin tí eisini at vera í hásæti. Mítt ynski fyri Fólkakirkjuna og Heimamissiónina er tað sama: at vit mugu varða um tað góða, sum er og samstundis tora at hava hugskot og visjónir, sum skapa eina fólksliga kirkju, sigur Símun.

Prestafelagið hevur eisini nógvar avbjóðingar fyri framman.
– Talan er um eitt fakfelag, sum arbeiðir fyri áhugamálunum hjá føroysku prestunum, og verða vit eisini hoyrd í samband við lógararbeiði og annað. Tað er av stórum týdningi at prestafelagið er bæði aktivt og konstruktivt og vil arbeiða fyri kirkjuni sum heild, sigur Símun Jacobsen at enda.

Orð og mynd: Heini S. Kristiansen