Skriva út

Ein øðrvísi langafríggjadagur

20.04.2022 Tíðindi

Líka so ymsar sum kirkjurnar eru kring landið, líka so ymsir kunnu siðirnir vera. Ein dagur, ið óivað verður hildin á ymsan hátt, er langafríggjadagur, sum greinaskrivarin hesaferð upplivdi á ein serligan hátt í Elduvíkar kirkju.

Hóast talan var um gudstænastu við presti, var eingin prædika, men upplestur úr bæði gamla og nýggja testamenti, og so var sálmasangur millum brotini. Lisin vóru brot frá Jesaja profeti, úr sálmunum og Matteusar evangelii, og Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, og Jóhan Eliasen, deknur, skiftust um at lesa.

Gudstænastan byrjaði við innringing, innspæli á orgli og inngangsbøn, og hon endaði við útgangsbøn, biðisløgum og útspæli á orgli. Annars var eisini bøn fyri altarinum og somuleiðis útgangskollekt og aronitiska signingin, so fleiri av vanligu elementunum vóru við, hóast alt var so øðrvísi.

Eftir tann seinasta bíbliulesturin var skriftamál og kvirra, har hvør einstakur í stillum kundi játta sínar syndir, og síðani kundu fólk fara fram fyri altarið, har prestur veitti syndanna fyrigeving, sum vit kenna tað frá vanligari altargongd.

Tøma altarið
Seinasti sálmur undir gudstænastuni var “Heilur, frelsari og Kristur”, og meðan kirkjufólkið sang tey níggju versini, varð altarið tømt. Ljósini blivu sløkt og borin út, blómurnar somuleiðis, eins og kalikur, vínkanna, oblateskja og tær bøkur, ið hoyra altarinum til, so at enda lá bara ein stór, reyð bíblia eftir.

– Ein prestur segði tað einaferð soleiðis, at langafríggjadagur er einasti dagur á árinum, at vit verða møtt við sorg í kirkjuni, tí hesin dagur er til minnis um, at frelsarin doyði. Sjálvt, tá ið jarðarferð er, eru ljósini á altarinum tendrað, og ljósið umboðar jú lívið, sigur Dánjal Martin Hansen, kirkjurráðsformaður og klokkari í Elduvíkar kirkju.

– Langafríggjadagur er ein serligur dagur í kirkjuni, og soleiðis halda vit hann í Elduvík. Vit tøma altarið langafríggjadag, og so verður alt sett aftur á altarið undan gudstænastuni páskamorgun. Hetta hevur ikki verið soleiðis alla mína tíð, men í mong ár. Eg minnist ikki, hvør prestur byrjaði við hesum, men vit halda hetta vera ein vakran sið og hava hildið fast við hann síðani.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen.