Skriva út

Ein kirkja við heimasíðu

27.09.2008 Tíðindi
Ein kirkja við heimasíðu

Heimasíðan hjá Santa Ólavs Kirkjuliði hevur verið til í eini fýra ár. Tá sást, at tørvur var á einari heimsíðu, sum kundi upplýsa um føroyska fólkakirkjuliga arbeiðið í Keypmannahavn.

Tað eru gingin fleiri ár, síðani internetið, teldupostur og heimasíður gjørdust eitt kent fyribrigdi um allan heimin. Fleiri fyritøkur, stovnar og privatpersónar fingu sær skjótt internet og eisini heimasíðu. Nú er tað næstan soleiðis, at internet er nakað, sum hvørt húsarhald bara má hava, um samband skal havast við útheimin. Nærum hvør privatpersónur hevur eisini dag eina heimasíðu. Tað eru vist ikki so nógv í dag, sum ikki vita, hvat ið Facebook og Myspace er fyri nakað.

Kirkjur eru eisini so smátt byrjaðar at koma við á cyberspace, soleiðis at tær kunnu fáa samband við menniskju yvir internetið. Hetta er praktiskt á so mangan hátt. Fólk kunnu fara inn, fyri at síggja hvussu og hvat viðvíkjandi hesum og hasum. Og kirkjurnar kunnu lætt og skjótt leggja upplýsingar út, soleiðis at fólk kunnu síggja tær.

Danska fólkakirkjan hevur og er í ferð við at menna eitt netverk, har ið allar tær fólkakirkjuligu heimasíðurnar kunnu finnast á einum stað. Tað er á sóknarportalinum www.sogn.dk. Til dømis kunnu vit har finna heimasíðuna hjá føroyska arbeiðinum í Keypmannahavn, sum vísir á www.samuelskirkjan.dk. Har kann so ein og hvør fara inn og síggja, hvat ið hetta er fyri nakað, hvat ið er á skránni, hvør ið er prestur og so framvegis.

Heimasíðan hjá Santa Ólavs Kirkjuliði hevur verið til í eini fýra ár. Tað sást, at tørvur var á einari heimsíðu, sum kundi upplýsa um føroyska fólkakirkjuliga arbeiðið í Keypmannahavn. Høvuðsendamálið við síðuni var at skapa eitt andlit úteftir fyri føroyingar, búsitandi í Danmark og føroyingar, sum vóru niðri í sjúkraørindum. Á síðuni kann síggjast ein skrá, ið vísir, hvat ið hendir í kirkjuni og umkring. Upplýsingar um prestar og nevnd kann finnast har. Eisini verða greinar, prædikur, kunngerðir og tíðindi løgd út.