Skriva út

Ein jólasangur

20.12.2023 Tíðindi

Tá eg ruddaði eg telduna á kontórinum, áðrenn eg fór frá, kom eg fram á ein higartil ókendan jólasang, eg hevði funnið í norska blaðnum Vårt Land (svarandi til Kristelig Dagblad) upp undir jól í 2005 - og gloymt burtur aftur.

Har varð greitt frá, at ein klaverleikari, Bård Dale, av tilvild hevði funnið hann í eini bók, hann hevði keypt í eini fornbókasølu.

Yrkjarin eitur Carl Andersen 1818 – 1882. Eisini er avrit av einum lagi til sangin. Tað er nokk so ótýðuligt, og nótarnir til tvær tær seinastu reglurnar vanta. Men eg haldi meg síggja at tað er danska tónaskaldið Niels W Gade, sum hevur gjørt lagið. Hann hevur tilognað tað einum ella øðrum «til erindring om julen 1860.»

Sambart Google var hesin Carl Andersen føddur í Rábjerg í Norðurjútlandi, har hann eisini búði alt sítt lív sum ferðalærari og húsmaður. Hann fekst eisini við yrking. Men tað varð ikki virðismett nakað serligt. Verður hann tí nevndur «pjaltdigter». Men móti endaðum av lívi sínum fekk hann í viðurkenning frá Kristiani kongi IX, 30 ríkisdálar og ein bókapakka.

Danski rithøvundurin Bent Haller biografiska skaldsøgu um Carl: Digterpjalten. Har endur-gevur hann brot úr onkrum, Carl hevur yrkt. Men har er einki, sum bendir á, at hann veit nakað um henda jólasangin.

Sangurin er einfaldur og vakur, og myndin, yrkjarin brúkar, fær ein at hugsa um sangin hjá Símuni av Skarði: Á mønu hjalsins stari.

Eg sendi sangin til Niels Petur Nolsøe, sum umframt at vera ein góður yrkjari, er millum okkara bestu umsetarar. Nú til jóla fekk eg hesa umsetingina frá honum.

Lagið hjá Niels W Gade kann í verandi líki ikki brúkast. Men sangurin kann eisini syngjast við lagnum hjá Carl Nielsen: «Mítt hjarta tilhald hevur».

Í samráð við NielsPetur gav eg Ljómi hann. Og var hann sungin við hesum lagnum, tá jólini vórðu sungin inn í Vágs kirkju 10. desember í ár.

Jónsvein Bech

Jólasangur (áðrenn 1860)

Á mønu sæst hann sita

í kvirru - fuglur har,

O hevði hann bert vitað,

hvat jólagleðin var.

Tá sang hann, sum við reiður,

tá summar var og sól,

ta hjartavón hann eigur,

so vítt um heyg og hól.

Gler legst á land og sjógvi

og vøllur bleikur er,

men undir hørðum hógvi

eitt fræ seg búgvið ger.

Tá vársólin man hita,

tað brátt at næla fer,

ei sangarin man vita –

tí hann so kúrrur er.

Vit sum á foldum fjakka

og barnið hava sæð,

vit boyggja knø og takka

for undurið hin dag.

Hann niður her varð sendur

alt uttan skart og gleim -

fekk litið upp í hendur

at frelsa allan heim.

NePtuN(2023)

Eftir Carl Andersen