Skriva út

Ein hátíðarligur dagur í Svínoy

29.08.2011 Tíðindi
Ein hátíðarligur dagur í Svínoy

Sunnudagin 28. august 2011 var hátíðardagur í Svínoy í sambandi við, at tær 225 ára gomlu “Skotagravirnar” vórðu friðhalgaðar og minnispláta frá býráðnum Stromness varð avdúkað.


Tá ið tú komst norður í Sund – Hvannasund, var havnarlagið fullsett av bilum hjá fólki, ið vóru farin til Svínoyar um vikuskiftið at vera við til minningarhaldið, tá ið “Skotagravirnar” vórðu friðhalgaðar, og minnisvarðin við plátuni frá Stromness varð avdúkað – til minnis um teir 19 menninar, ið fórust við sluppini “Rachel” ella “Skotaskipinum”, ið svínoyingar vanliga nevna skipið.

22 mans vóru við, av teimum bjargaðust tríggir, og 17 lík vórðu funnin og grivin á tí staði í Svínoy, ið síðani hevur itið “Skotagravirnar”.


Forkunnugir gestir av
Orknoyum og Hetlandi

Convener, Stephen Hagan, frá Orknoyggjum, haðani skipið kom, og føroyavinurin, Alexander J. Cluness, sum er convener í Hetlandi, vóru við til hátíðarhaldið. Convener merkir ráðsformaður og kann í ávísan mun samanberast við løgmann hjá okkum.

Byrjað varð við guðstænastu, og var her ivaleyst talan um seinastu prædiku hjá Elsu Funding í Svínoyar Kirkju í starvi sínum sum sóknarprestur Norðoya eystara prestagjald. Hetta prestagjald hevur sæti í Ónagerði, ið Svínoy hoyrir til. Elsa Funding fer í summarfrí nú og gevst sum prestur í desember í ár.

Dómpróstur, Uni Næs, beyð fremmandu gestunum vælkomnum á enskum og las upp epistul og trúarorð.

Eftir prædikuna greiddi Heri Joensen, sóknarprestur, frá hendingini við Rachel, sum fór á land 27. nov. 1786 – á deiligum svínoyarmáli, og knýtti søgur uppí, sum hava livað á mannamunni í meir enn tvær øldir um hesa serstøku hending.

Ein kvartett frá Klaksvíkar Hornorkestri spældi pre- og postludium, eins og teir spældu undir til onkrar av sálmunum. Hetta var eisini við til at seta ein serligan hátíðardám á løtuna í stúgvandi fullu Svínoyar Kirkju.

Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, sá so stórt í hesum hátíðarhaldi, minningarhaldi og avdúkanini av minnisvarðanum og minnisplátuni frá Stromness, sum “løgmaður” í Stromness á Orknoyggjum skuldi avdúka, at hon hevði tikið borgarstjóraketuna uppá. Borgarstjórin ber hesa ketu bert til heilt serlig høvi, sum tá ið Drotningin er á vitjan, men hevði valt at taka borgarstjóraketuna uppá, og sømdi hetta sær sera væl til høvið, ið hevur sín uppruna í eini hending, sum fór fram fyri 225 árum síðan.


Svínoy ferðamál
hjá Orknoyingum

Hóast eitt frískt lot, so var gott verður og turt, tá ið ein stór mannfjøld fór yvir á Skotagravirnar eftir kirkjutíð. Her helt borgarstjórin, Gunvá við Keldu, røðu, har hon takkaði teimum mongu, sum hava verið við til at fáa sett økið í virðiligan stand. Poul á Fuglberg, sála, sum hevði givið pening til endamálið, J. P. Gregoriussen fyri uppskotið at seta økið við minnisvarða í stand eftir, Amaliu Poulsen, sum hevði givið akkerið frá Rachel at seta omaná minnisvarðan, Stephen Hagan, ráðsformanni at vísa staðnum og søguni tað tign og virðing at koma higar at avdúka plátuna, sum Stromness hevur giðið til høvið. Eisini takkaði hon Landsverk og Innlendismálaráðnum fyri at hava latið stuðul til verkætlanina.

Stephen Hagan, ráðsformaður, fegnaðist um at vera í Svínoy til henda serliga dag og kendi seg væl móttiknan. Hann greiddi frá, at henda søga, sum hevur verið so væl varðveitt í Svínoy, ikki var so kend í Stromness í Orkunoyggjum. Men vildi hann nú verða viðvirkandi til, at hetta skuldi broytast. Hann vónaði, at ættarfólk at teimum monnum, sum her liggja, og orknoyingar annars í framtíðini, við hesum kunnleika, av røttum kundu seta sær Svínoy sum ferðamál.

Dávur Winther, mentanarleiðari las upp heilsan frá Amaliu Poulsen, sum hevur latið akkerið til minnisvarðan. Eisini las hann upp brot úr tí, sum skrivað er í Stromness um hendingina.
Uni Næs, dómpróstur, hugleiddi um akkerið sum ímyndin av vónini og fegnaðist um, at karmarnir kring hesa søgu og hetta stað nú var sett í virðiligan og tignarligan stand. Uni Næs, dómpróstur, lýsti at endanum signing yvir økið kring Skotagravirnar.


225 ára gamal ringur
endiliga fullfíggjaður

Bygdin var flaggskrýdd, og við Skotagravirnar varð flaggað við Merkinum og flagginum frá Orknoyggjum. Hópin av fólki vóru komin saman til høvið – teirra millum mangir svínoyingar, sum lítillætnir vístu takksemi fyri, at økið kring Skotagravirnar nú endiliga var sett í prýðiligan og tignarligan stand. Tann eini greiddi frá, hvussu ilt tað gjørdi honum, tá ið allur bøurin var sligin, at bert Skotagravirnar lógu eftir.

Aftaná løtuna við Skotagravirnar varð boðið til suppu, kaffi og køkur í dansistovuni, og var har eisini stúgvandi fult av fólki. Eisini var skúlin opin, har ein myndaframsýning hekk, og ein lítil kista frá Skotaskipinum – kanska til klæðir – varð sýnd fram.

Hetta er fyrsta ferðin, at almennir gestir frá Orknoyggjum hava verið í Svínoy at vitja Skotagravirnar. Stephen Hagan og Alexander J. Cluness tóku til, at nú er ringurin kring hesa 225 ára gomlu søguna, sum er millum oyggjar okkara, endiliga fullfíggjaður.

Teir vóru takksamir fyri at hava verið við til hetta serliga minningarhaldið. Tað sama vóru øll hini mongu frá Svínoy og aðrastaðni, og vóru fegin um henda virðiliga dag, sum eisini hevði sett nógv uppá pláss í sinni teirra.

Orð & mynd : Dávur Winther.