Skriva út
Ein gongutúrur gevur íblástur og orku
26.08.2009 Tíðindi

Tað sigur Martin Restorff Jacobsen, prestur á Nesi, sum javnan gongur langar túrar.
– Pápi mín gekk nógv, og tí havi eg gingið túrar síðani eg var barn. Tað er vorðið ein vani, sigur Martin.
Martini dámar best at fara avstað um morgnarnar, og hann gongur 3- 4 ferðir um vikuna.
– Eg gangi meira um summarið, tá ið veðrið er gott. Vanliga gangi eg túrar sum eru 3 tímar og longri. Eg havi eisini nakrar vinnmenn, sum eg plagi at ganga longri túrar saman við. Vit fara ymsastaðni í landinum og ganga á ymisk fjøll. Hesir túrar taka ofta 10 tímar.
So tað er eitt slag av óalmennum gongufelag?
– Ja, ella óalmennir pílargrímar, sigur Martin við einum smíli.
Martin fær nógv burturúr gongutúrunum.
– Tað er eitt slag av meditatión. Um eg havi eina jarðarferð fyri framman, kann ein gongutúrur lýsa eitt sindur upp í døpru tíðini og geva mær betri mót. Eg havi eisini mangan fingið eitt gott hugskot til prædiku, ímeðan eg havi verið á fjalli. Eg fái eitt slag av “kick” eftir ein gongutúr. Tað gevur tær eyka orku til dagin, sigur hann.
Rørsla og sunnheit er uppi í tíðini, nú tað er rørsluár, men Martin hevur ongantíð hoppað á eina slíka bylgju.
– Eg hugsi ikki so nógv um sunnheit. Tað er ikki tí, at eg gangi túrar. Men sjálvandi hava gongutúrarnir verið við til at hildið meg í form. Fyri meg eru gongutúrarnir eitt frítíðarítrív, og eg geri tað av berum huga, sigur Martin, sum eisini dámar væl at seta seg við klaveri í frítíðini.
– Eg royni eisini at lesa eina bók av og á, sigur hann at enda við einum smíli.
Myndatekstur:
Martin Restorff Jacobsen úti á endanum á Nesi
Onnur tíðindi