Skriva út

Ein fræls menniskja

31.08.2017 Tíðindi

Orð missa ofta upprunaliga týdningin. Hugsa bara um orðini at vera handicappaður, brekaður ella bera brek.
Orð enda við hvørt sum nirðandi ella bert sum onkisigandi orð. Vit hava gloymt, hvat orðið skuldi siga okkum.
Í dag verður eisini nirðandi ella háðandi sagt, at ”hon er frelst” ella ”hann sigur seg verða frelstan”. Og vit hugmynda okkum menniskju, sum næstan eru í ørviti ella hava mist seg burtur.
Vit hava gloymt týdningin, kanska er hann horvin, tí vit hava nýtt orðið ”í flæng” ella uttan virðing. Vit hava í okkara máli fleiri stór og vøkur orð, men um vit javnt og savnt brúka tey, so missa tey onkursvegna stóra og djúpa týdningin.
Vit fáa alla staðir at vita at feitt er av tí ónda, tað fyllir okkara æðrar og fjøtrar okkum, so vit ikki kunnu liva sum fræls menniskju. Samstundis so verður orðið brúkt til alt sum vit halda vera gott og positivt :
” Hatta er ein feitur jakki”! Ella ”Summar ferian var feit”.
Orðið frælsi er eitt vakurt orð. Tað hevur eina vón í sær og vit kunnu ikki hugmynda okkum at vera trælabundin. Nelson Mandela var fjøtraður, og hvør minnist ikki Ingrid Bentancourt og Terry Waite, ella bókina ”Ikke uden min datter” fólk, sum vóru tikin til fanga til onkur, sum vóru góð við tey og vildu teimum tað væl, keypti tey leys aftur, so tey aftur kunnu draga andan lættan og vera fræls.
Kenna vit okkum fjøtraði ella hildin niðri av menniskjum ella umstøðum, so gera vit nakað við støðuna. Menniskjan orkar ikki at vera ófræls.
Familjusambond slitna og onnur daga undan, vit fara til Bali og leita upp serfrøðingar fyri at finna friðin aftur, so vit kunnu kenna okkum frí og fræls.
Í flestum menniskjum er ein tráan, ein ófriður, ein leitan eftir meining. Stórar rørslir og felagsskapir og tungar bøkur eru skrivaðir um ófrið og frælsi. Tað eru støðir vit ikki orka at vera í, men vilja sleppa burtur frá skerjandi umstøðum og avmarkingum.
Í Halgubók er uppruna týdningurin av griska orðinum frelsa at verða bjargað úr lívshóttandi vanda og hyggja vit eftir hebraiska týdninginum av orðinum, so stendur at orðið frelsa merkir at fara til eitt stað, sum er meiri rumsátt, har frælsi er frá avmarkingum og eisini at endurloysa ella at keypa aftur ogn, sum var fallin í fígginda hendur.
So, tá ein føroyingur í 2017 sigur at hann er frelstur, so er hann sannførdur um, at hann er keyptur leysur og er settur í frælsi.
Vit siga, at Jesus frelsir og tað geniala við tí heila er, at navnið Jesus -יהושע -
merkir - Harrin bjargar !

So hann er tað hann ger !