Skriva út

Ein FDF’ari av Sandi

01.06.2021 Tíðindi
Mynd: Theodor Sørensen (1849-1929). Hevði umframt prestagerningin nógv jørn í eldinum. Var virkin í fráhaldsarbeiði og ungdómsarbeiði. Í barnaheimsarbeiði virkaði hann fyri, at børn úr fátækum heimum høvdu eitt stað at koma til og fáa heilsugóðan mat.

FDF, Frivilligt Drenge- og Pigeforbund, er kirkjuligur felagsskapur fyri børn og ung, stovnaður í Frederiksberg 1902. Ein týðandi og sera virkin maður í hesum felagsskapi var presturin Theodor Sørensen, ið ættaður var av Sandi, har faðirin var prestur.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Søren Henrik Theodor Sørensen var føddur í Todnesi á Sandi 23. august 1849. Faðir hansara, Hans Jørgen Jacob Sørensen, var prestur í Sandoy. Og abbin, Søren Sørensen, var prestur í Norðuroyum. Sørensen prestur í Sandoy var føddur í Ónagerði á Viðareiði.

Talan er um trý ættarlið við prestaembæti í Føroyum, men eingin teirra hevði føroyskt blóð í æðrunum. Teir høvdu danska konu, men Theodor kendi seg allar dagar sum føroying, føddur og vaksin upp á Sandi.

Í Norðurstreymoy við bústaði á Kirkjuteigi í Kvívík var Theodor Sørensen prestur frá 1874 til 1878 og á Nesi í Eysturoy frá 1878 til 1884. Sama tíðarskeið var hann eisini Føroya próstur og hevði embætis vegna eisini fast sæti á Løgtingi. Hann gjørdist sóknarprestur í Skanderborg, Skanderup og Stilling í Eysturjútlandi á heysti 1884, og sat í hesum embæti til 1920.

Í Føroyum var Theodor Sørensen ógvuliga virkin í fráhaldsarbeiðinum og taldist teirra millum, ið stovnaðu fyrstu fráhaldsfeløgini her á landi.

Í Danmark helt hann fram við fráhaldsarbeiðinum og gjørdist næstformaður í Danmarks Afholdsforening. Hann var eisini talsmaður fyri javnrættindum – at kvinnur fingu valrætt – og íðin talsmaður fyri friðarmálum; at friður og ikki kríggj ráddi landanna millum. Fleiri fyrilestrar helt hann um hesi mál.

Sosialt arbeiði hevði hansara stóra áhuga. Stutt eftir at hann kom til Danmarkar, tók hann virknan lut í arbeiðinum hjá Skanderborgs Barnaheimi og skipaði fyri, at børn úr fátækum heimum fingu heilsugóðan kost.

Hann var í 1919 við at stovna FDF í Skanderborg, har hann varð formaður. FDF (Frivilligt Drenge- og Pige-Forbund) er ein kirkjuligur barna- og ungdómsfelagsskapur, ið varð stovnaður í Frederiksberg 27. oktober 1902. Hann er ein av teim elstu ungdómsfelagsskapum í Danmark, har limirnir framvegis eru í eyðkennisbúna tá teir alment eru virknir. Á sama hátt sum skótarnir.

Børn og ungdómur saman við tilkomnum

Grundvøllurin í FDF er felagsskapur og samanhald, bæði fyri børn, ung og tilkomin. Við spæli, hugna og felagstiltøkum. At hava virðing fyri hvørjum øðrum, uttan mun til bakstøði, aldur ella førleika. Øll kunnu avrika eitt ella annað eftir førleika.

Í FDF koma børn og ung saman við tilkomnum, sum dagliga fáast við ymist yrki á ymiskum stigum í samfelagnum. FDF er grundað á kristið grundarlag, og roynt verður at kynna boðskapin á slíkan hátt, at hann kennist viðkomandi fyri allar aldursbólkar. Her er talan um tolsemi, fyrigeving og næstakærleika.

Í FDF verða børn eggjað til at hugsað sjálvstøðugt og at brúka hugflogið í teim ymsu verkevnum, felagsskapurin setir á dagsskránna. Hetta hendir við spæli, sjónleiki og ymsum uppfinnsemi, ið hevur samband við verulerikan í dagsins samfelagi. Virksemið er fjølbroytt, men tónleikur og útilív er ein meginásur í felagslívinum.

FDF gevur børnum og ungum góða barlast at hava við sær út í lívið. Mangir FDF’arar hava her fingið haldgott grundarlag at fremja ymiskt sosialt arbeiði, og annars á skilagóðan hátt taka støðu, tá teir skulu velja sær eina útbúgving og lívsstarv seinni í lívinum.

FDF hevur 25.000 limir í 350 lokaldeildum kring alt Danmark.

Tá Dimmalætting varð stovnað

Theodor Sørensen var ein teirra, sum stovnaði blaðfyritøkuna Dimmalætting í 1877 við regluligari blaðútgávu frá 5. januar 1878. Um hesa stovnseting hevur hann áhugaverdar hugleiðingar í Dimmalætting, tá blaðið 5. januar 1928 kundi hátíðarhalda fimmti ára útgávudag. Á stovnandi fundinum var Th. Sørensen fundarstjóri, og í greinini greiðir hann m.a. frá sjálvum blaðheitinum »Dimmalætting«:

Jeg vil begynde med et Minde, som jeg har fra det Møde, hvor Bladets Udgivelse blev vedtaget.
Det drejede sig om Bladets Navn.
Fra Sorenskriver Høst og flere forelaa et Forslag om, at det nye Blad skulle hedde Færø Amtstidende; Provst Hammershaimb og vistnok Købmand Bærentsen foreslog Dimmalætting, og det kunne se ud til, at Bølgerne ville gaa højt. Saa stillede jeg, som var Mødets Ordstyrer, det Ændringforslag, som enstemmig vedtoges, at Bladet skulle bære begge Navne og hedde: Dimmalætting – Amtstidende for Færøerne.
En Stemme fra Forsamlingen raabte: »Hvilket af Navnene skal staa med de største Bogstaver?« Jeg svarede: »Dette Spørgsmaal kan denne Forsamling ikke afgøre; det er bl.a. et typografisk Spørgsmaal, som maa overvejes af de særligt sagkyndige.«
Hermed var Spørgeren tilfreds, og det blev, som man vil mindes, ordnet saaledes, at Ordet Dimmalætting oprindelig stod øverst med forholdsvis smaa Bogstaver, Amtstidende for Færøerne med meget større.
Nu er det som bekendt blevet omvendt. Det færøske Ord Dimmalætting behersker Bladets Forside med høje fede Typer, og det danske Amtstidende for Færøerne er nedenunder forsvundet ind til noget smaat i sammenligning med det færøske. Denne Overgang fandt Sted for nogle Aar siden og foregik, saa vidt jeg mindes, uden nogen Indsigelse fra nogen Side, og blev vistnok af Bladets Læsekreds paa Færøerne betragtet som noget ganske naturligt og selvfølgeligt, hvad den efter min Mening ogsaa er.
Samtidig og jævnsides dermed er ogsaa selve Bladets Indhold i sproglig henseende undergaaet en ikke helt tilsvarende, men dog i samme Retning pegende Ændring...

Ein sálomonsk avgerð, har ynski hjá báðum pørtum um blaðnavnagávu vórðu gingin á møti.

Theodor Sørensen sigur í greinini, at alt tekur sína tíð, soleiðis eisini við málmenningini. Tol krevst til at búgva út føroyska málið til fólksligt boðberingaramboð – bæði í skrift og talu. Skal nakað munagott spyrjast burturúr, er neyðugt, at bæði danskt og føroyskt samvirka til hitt góða.

Heiti blaðsins – á føroyskum og donskum – metir Th. Sørensen vera tekin um mennandi sátt millum báðar partar.

Á hundrað ára útgávudegnumhjá Dimmalætting 5. januar 1978 var danski tittulin strikaður. Útgevarafelagið As. Færø Amtstidendes Bogtrykkeri varð nøkur ár seinni broytt til Pf. Dimmalætting.

Vitjaði tvær ferðir aftur í Føroyum

Úr Føroyum fór Theodor Sørensen í 1884. 8. oktober hetta árið árið fær hann prestaembæti í Skanderborg, Skanderup og Stilling í Eysturjútlandi.

Tá ið o.u. hundrað føroyingar í juli 1909 vitjaðu landbúnaðarframsýningina í Aarhus, bjóðaði Th. Sørensen teimum til Skanderborg á vitjan. Hann var tá próstur og tók sjálvur ímóti teimum á jarnbreytarstøðini og gjørdi ferð við teimum í býnum. Í einum steðgi helt hann stuttan, upplýsandi fyrilestur um minnisvarðar yvir Niels Ebbesen og Fríðrik VI.

Eftir vitjan í slotskirkjuni varð farið í próstagarðin, har borðreitt var við sukurlátudrekka og hvør føroyingur fekk ein matpakka at hava við sær á ferðini til Himmelbjerget. Kl. 6 á kvøldi vóru føroyingar aftur í Aarhus.

Sum viðurkenning og tøkk fyri blíðskapin, lótu føroyingar, ið vóru við á framsýningarferðini, eftir heimkomuna eitt fýramannafar smíða og senda Th. Sørensen.

Í 1912 vitjaðu Th. Sørensen og konan Føroyar fyrstu ferð eftir at tey vóru farin til Danmarkar. Hon æt Anna Carolina Frederikka Louisa, f. Thorstensen, úr Keypmannahavn. Prósturin vitjaði føðibygd sína á Sandi, har hann prædikaði sunnudagin 4. august. Haðani var leiðin løgd til Suðuroyar, har prósturin helt fyrilestur í størru bygdunum um bygdamál og málið sum mentanarligt boðberingaramboð.

Sunnudagin eftir vóru tey á Nesi í Eysturoy, har Th. Sørernsen seks ár var prestur og próstur; ferðaðust haðani um Eysturoynna og fóru síðan til Kvívíkar og Vestmanna. Í Kvívík, har hann búði fyrstu prestaár síni, vórðu skreytljós tendrað í bygdini. Hósdagin 22. august hevði hann fyrilestur í sjónleikarhøllini í Havnarklubba, og føðingardag hansara, 23. august, gjørdu 150 fólk veitslu fyri próstahjúnunum í Klubbanum.

Allastaðni, har prósturin kom, hevði hann á orði tann mikla framburð, hendur var í Føroyum, tey 28 árini, hann hevði verið burtur.

Í juli 1926 vitjaði Th. Sørensen aftur í Føroyum. Tvey ár frammanundan var kona hansara deyð. Hann prædikaði týskvøldið 6. juli í Kvívíkar kirkju, sunnudagin 11. juli í Havnar kirkju, fór dagin eftir til Sandoyar og í somu viku á Nes, har hann prædikaði sunnudagin 18. juli. Nakrar dagar seinni fór hann við »Tjaldrinum« aftur til Keypmannahavnar.

Theodor Sørensen andaðist í Keypmannahavn 15. mai 1929. Hann hevur eftirmæli sum ein blídligur, fyrikomandi og friðsælur maður.

At hann var høgt í metum millum sóknarfólk sítt prógvar, at í Eysturoy vórðu dreingir kallaðir upp eftir honum við fullum navni. Her eru nøvnini á trimum. Í Funningi: Søren Henrik Theodor Dahl (lærari), á Skála: Søren Henrik Theodor Weihe (keypmaður og postavgreiðslumaður) og á Toftum: Søren Henrik Theodor Poulsen (skipari og reiðari), millum bygdarfólkið nevndur Theodor á Heyggi. Hann gekk burtur við skipi sínum »Annu« í Grindavíkini í Íslandi á vári 1924.

Ritverk eftir Th. Sørensen:
1. »Et Par Smaaafhandlinger om Drikfældigheden«, Lejlighedstaler og Bladartikler.

2. »Om Totalafholdssagens Forhold til Christendommen«.

3. »Højre og Venstre«.

4. »Talen om Totalafholdenhed«.

Mynd: Tjóðsavnið


Góðveðursdagar hava ungu FDF’ararnir nógv um at vera. Umframt skótar telist FDF millum fáu ungdómsfelagsskapir, har limirnir í virkna lívinum bera eyðkennisbúna.

Mynd: Thomas Grinderslev


Prestagarðurin í Todnesi á Sandi. Her var Th. Sørensen borin í heim og sleit sínar fyrstu barnaskógvar.

Mynd: Tjóðsavnið


Í fýra ár, frá 1874 til 1878, var Th. Sørensen prestur í Norðurstreymoy við bústaði á kirkjuteigi í Kvívík.

Mynd: Tjóðsavnið


Prestagarðurin á Nesi í Eysturoy. Á hesum staði virkaði Sørensen sum prestur og próstur í seks ár, frá 1878 til 1884.

Mynd: Tjóðsavnið


Við fjallstavi og í føroyskari húgvu. Sørensen hevði eftirmæli sum blídligur, fyrikomandi og friðsælur maður.

Mynd: Skanderborg Historiske Arkiv.