Skriva út
Ein breið vekingarrørsla
23.08.2011 Tíðindi

Í september verður Indre Mission (IM) í Danmark 150 ár. Kristeligt Dagblad (KD) hyggur at IM út frá søgu og nútíð.
Eyðvitað eru ymisk sjónarmið. Onkur metir gongdina jaliga, nú bondini til fólkakirkjuna vikna. Annar metir gongdina skaðiliga fyri vekingarrørsluna.
Núverandi aðalskrivarin í IM, Thomas Bjerg Mikkelsen, sigur nakrar áhugaverdar setningar, nú hann ger viðmerkingar til søguligu tulkingarnar hjá KD. Blaðið vildi annars vera við, at IM í stóran mun var merkt at innanhýsis ósemju. Ikki einans ein uppgerð við fólkakirkjuna, men innanhýsis ósemja, ið gjørdi rørsluna veika. Sum tekin um hesa ósemju nevndi KD, at alt fleiri missiónsfólk liva í sátt og semju við kvinnuligum prestum.
Eitt annað mál, ið KD nýtti sum próvførslu fyri síni útsøgn, var, at støðan til vígslu eftir hjúnaskilnað broyttist tann vegin, at alt fleiri missiónsfólk góðtaka veruleikan.
Aðalskrivarin hjá IM kallar grein sína “Høgt til loftið. Vit liva væl við frávíkjandi sjónarmiðum í IM”. Aðalskrivarin vil vera við, at KD fær tað at síggja út, sum leiðslan í IM hevur fólkið og grasrøturnar ímóti sær, tí tey hava eina lagaligari áskoðan á kvinnuligar prestar og málið um endurgiftu.
Aðalskrivarin roynir at greina tað týdningarmesta hjá eini vekingarrørslu. Greiningin er áhugaverd. Ein vekingarrørsla hevur eina andaliga stevnu. Ein vekingarrørsla hevur eitt hægri mál enn at hava eina rætta áskoðan. Tað er lívið í Jesusi, ið er alt avgerandi.
“Tað, ið bindur okkum saman í eina rørslu, er ikki eitt ávíst sjónarmið um kvinnuligar prestar ella vígslu av fráskildum. Tað er harafturímóti eitt felags ynski um at leiða menniskju til trúgv á Jesus og hjálpa teimum at liva í honum.
Vit eru ein breið rørsla, har tað er høgt til loftið og pláss til ósemju um fleiri spurningar. Eg eri fegin um, at nógv kenna seg heima í IM, sjálvt um tey ikki eru samd við leiðsluni.”
Ein sera skilagóð útsøgn. Fólkakirkjan og ein vekingarrørsla í fólkakirkjuni eru ikki ein hópur av samsintum. Men vit hava tað til felags, at Jesus er miðdepilin í okkara trúgv og lívi. Ein kristin kirkja / vekingarrørsla hevur Jesus Krist í miðum sæti.
Sum biskupur vóni eg fyri Føroysku Fólkakirkjuna og Heimamissiónina, at tað eydnast okkum at varðveita fokus.
At varðveita fokus og hava Jesus Krist sum miðdepil er einasta gongda leið hjá okkum, ið prædika í kirkju og missión.
Kelda : Kristeligt Dagblad 10. august 2011.
JF.
Onnur tíðindi