Skriva út

Eg skifti lestrabók eina ferð um árið

01.06.2023 Tíðindi

Eyðun Eliassen hevur verið deknur í Mikladali í skjótt 20 ár. - Tað eru nógvar lestrabøkur at velja í, men ein finnur altíð ein góðan lestur at enda, sigur Eyðun, sum er einsamallur deknur við kirkjuna.

Kirkjulív í Mikladali 2/3: Tað er EITT, sum í øllum førum er púra vist her í Mikladals kirkju: Er tað sunnudagur ella halgidagur, so er gudstænasta!
Hyggur tú eftir hagtølunum sæst, at her eru skrásett at búgva 25 fólk. Men hagtølini fyri fólk, ið koma til gudstænasturnar eru munandi øðrvísi og skiftandi.

Ein dag kunnu tey vera fá fólk í kirkju. Men sunnudagin eftir kann talið kanska vera 10-faldað, tí ein ella fleiri bussar við ferðafólki ætla sær í Mikladals kirkju.
So tá Eyðun fyrireikar seg at lesa ein lestur, ella hann skal biðja inngangsbøn og útgangsbønina, veit hann ikki, hvussu væl mannaði tey eru í kirkjuni henda morgunin. Men fyrireikaður, - tað er hann altíð.

Hann veit, um nakar, hvat tað vil siga at vera kirkjutænari, tí henda tænastan hevur leingi verið í familjuni. Pápi hansara, Eivind Eliassen andaðist í 2004, og tænti í kirkjuni. Hesin var sonur Magnus í Hússtovu, abba hansara, sum í meiri enn 60 ár eisini hevði verið deknur her.
- Eg var spurdur, um eg vildi vera ein av trimum deknum her í Mikladali, og eg játtaði sjálvandi. Men nú er tað fyri mesta eg sum lesi lestrarnar her, greiðir 63 ára gamli Eyðun Eliassen frá.

Ein góðan lestur
Eyðun Eliassen er bóndi á Trøllanesi, men røkir kortini tænastuna sum deknur her í grannabygdini og heimbygdini Mikladali.
Tá ein er deknur við eina kirkju, er ein av stóru uppgávunum at finna ein egnaðan lestur – tað vil siga, ein lestur sum hóskar til dagin; ein lestur sum hevur eitt gott innihald; og ein lestur, sum deknurin kann lesa bæði væl og skilliga.

Nógvar lestrabøkur eru at velja í, og tað er sjálvandi upp til hvønn einstakan dekn at velja ta bókina, ella tær bøkurnar, sum honum dámar best.
Prædikutekstirnir í kirkjuárinum eru skipaðir í tvær tekstarøðir, og onkutíð hava deknar leitað og leitað eftir lestri eftir aðrari tekstarøðini, men eru so givnir, og hava ístaðin valt ein lestur úr hini tekstarøðini.

Hetta er nakað, sum Eyðun eisini er vitandi um. Men, sum hann tekur til:
- Eg plagi at leita, til eg finni ein góðan lestur.



Mikladals kirkja var vígd 15. desember í 1915 av Fríðrik Petersen, prósti. 100 ára dagin, í 2015 vóru bæði umvælingar og dagføringar gjørdar við kirkjuna

Ein millumloysn
Summir deknar, sum vit hava tosað við, dáma væl eina ávísa bók, sum ein ávísur prestur ella leikmaður hevur skrivað. Í onkrum førum eru fleiri høvundar at finna í somu lestrabók.
Tá tað kemur til Eyðun Eliassen, ger hann greitt, at hann sum so ikki hevur nakra favoritt-bók at lesa úr, tá deknagudstænasta er í Mikladali.
Nei, hann hevur í roynd og veru valt eina heilt aðra og rættiliga skilagóða loysn – ella eina millumloysn, um ein kann siga tað so. 

- Ja, ein sannroynd er, at summar teirra eru tyngri, meðan aðrar eru lættari, men eg royni í øllum førum at gera brúk av fleiri teirra, slær hann fast.
Eyðun hevur nevniliga skipað sína deknatænastu soleiðis, at hann í roynd og veru brúkar fleiri bøkur, men ikki ísenn.

Prestar og leikfólk
- Nú eri eg einsamallur deknur her, og skipi eg tí arbeiðið eitt sindur øðrvísi, enn um vit vóru fleiri. Tá eitt nýtt kirkjuár byrjar, so velji eg mær eina ávísa bók at lesa úr. Og hesa brúki eg so næstan slaviskt hetta árið.

- Tá næsta kirkjuár byrjar, velji eg eina heilt aðra bók at lesa úr. Soleiðis fær kirkjufólkið hoyrt ymiskar lestrar, og eisini, hvussu ymiskt, ið hvør einstakur persónur skrivar sínar lestrar, greiðir Eyðun frá.

Í fjør brúkti hann eina av gomlu og nógv brúktu lestrabókunum, meðan lestrarnir í hesum kirkjuárinum eru skrivaðir av einum leikmanni.
- Sum tú kanska hoyrdi á lestrinum í dag, so havi eg í ár valt at lesa lestrar eftir John Myllhamar í Sandavági.

Ein góður lestur
Sum nevnt, er Eyðun í veruleikanum einasti deknurin her við Mikladals kirkju.
- Jú, tað er, sum vera man, bundisligt at vera kirkjutænari. Men eg veit ikki, - eg eri vandur við at ganga í kirkju, og eg eri allíkavæl altíð í kirkju sunnudagar.


Eyðun Eliassen brúkar eina lestrabók hvørt kirkjuár. Soleiðis kemur hann – og kirkjufólkið – runt í fleiri ymiskum lestrabókum gjøgnum árini

Í summum kirkjum verður gjørt eyka burturúr við gudstænastum, tá høgtíðir eru. Skipað verður tí mangastaðni fyri kvøldargudstænastum páskadag, jóladag og nýggjársdag. Men ikki í Mikladali.
- Eg minnist sum smádrongur, at vit plagdu at fara í kirkju jólakvøld. Men nú hava vit einans kvøldgudstænastur í føstuni, greiðir hann frá.

Í føstuni verður skipað soleiðis fyri, at gudstænastur verða hildnar í øllum fýra bygdunum í oynni – tað er: í Syðradal og Trøllanesi, og í kirkjunum á Húsum og Mikladali.
Hesaferð var prestur til fýra av gudstænastunum, og sjómanstrúboðarin Torleif Johannesen til eina, meðan tey lósu lestur til eina gudstænastu.

- Jú, ein góður lestur kann eisini siga fólki nógv, slær Eyðun Eliassen fast.

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)