“Eg fari heimaftur til ommu”

Og hvítusunnan kom og fór – andin, sum blæsir hagar hann vil, og tú sært hann ikki, men varnast hvat hann ger, júst sum vindurin. Andin sum skal sannføra menniskjuna um, hvat er rætt og rangt, gott og ilt.
Eitt slag av innaneftirliti ella góðskumeting, kunnu vit loyva okkum at siga.
Vit liva í eini tíð, har vit hava fingið almikið av øllum heimsins hentleikum, sum skulu lætta um og geva okkum stundir til so nógv annað. Men stundir til hvat ?
Ivaleyst til ein padd ella eina telefon, sum lýsa og tøla og torført er at halda seg burtur, tí tað er á skíggjanum, alt hendir.
Og tøknin er framúr til nýmótans samskifti og gongur við tí rúkandi ferð, so torført er at fylgja við. AI, Vitlíki ella Vitlíka, hetta framúr "tingið", sum kann svara okkum og stytta mær um stundirnar, so eg kann spyrja enn meira.
Og næmingar sita mekaniskir og skriva próvtøkuuppgávur, sum AI hjálpir teimum við, og uttan at vit varnast, so missa vit okkara logiska sans og analytisku evni, so vit góðtaka bara Vitlíka og gloyma at vera kritisk og vera soleiðis drigin uppá tráð, tí vit takka og siga góði/a við Vitlíka, tí vit gloyma, at hetta er ein maskina og ikki ein menniskja, sum hevur empati ella sympati ella sum vit kunnu appellera til.
Og lagnunnar speisemi vísti seg, tá 1200 granskarar hildu ráðstevnu í Havn og brádliga so gav nátúran okkum 400 hval. Vit vóru sum hamskift og øll hildu avstað. Menn sum stóðu og hakkaðu várleyk og løgdu síðstu hond á chili con carne døgverðan, hoyrdu náttúruna rópa og sleptu øllum.
Kvinna, sum í sínum borgarliga starvi hevði vígt eini hjún, leyp avstað og næstu løtuna stóð hon í reinari og hvítari silkiblusu, í blóði uppundir hendur, við sóknarongli í hondunum úti í Sandágerði. Myndirnar eru næstan religiøsar og av slíkum karakteri, at mann øtast eitt sindur.
Og so verða hvalir lagdir á “lit de parade” og fólk runt landið verða biðin um at koma, "tí nú er alt tilgjørt" og við tómum hondum standa fólk í longum røðum við kørum og íløtum og salti, sum má til, tí "Tit eru salt jarðarinnar"...dovnar saltið, so ferst alt, bæði føðin og yvirskipað tú og eg. Og ongin munur er á okkum harúti á Bacalao kajuni, "her er eitt kók". Vit takka, eta og siga manga takk !
Men tað er líka hatta har við eitran og tungmetallum í hvalinum, og hvussu við teimum kvinnum, sum skulu seta við ?
Hesin tankin var henda dagin spulaður burtur eins og blóðið á kajuni varð spulað burtur.
Og alt varð fingið til høldar í lakakørum og lykkjur vóru hongdar upp og kíndar og sum skulu borðreiðast sum okkara luksuriøsa shushi á Ólavsøku ella í brúdleypinum.
Ongin gloymdur, heldur ikki fuglurin, sum fekk sítt.
Hóast vit eru ávarað frá granskarum um góðskuna á hvalinum og hóttanir frá umhvørvisfólki, sum siga, at vit eru "vandalar ella blóðtyst fólk", sum onki fyrilit hava, so var hesin dagurin onkursvegna vakur. Uttan AI ella nakað, so vóru vit øll bara menniskju. Samsint og nakað var fyri øll - ókeypis.
Men kanska var betri at hvalurin livdi sítt fría, frælsa lív og sang millum oyggjarnar og vit hildu okkum til hakkikjøt uppá tilboð ? Tí hvør vil ikki vera frælsur ? Øll ræðast vit fjøtur.
Menniskjasýnið hevur tað so sum so - vit síggja dag og dagliga menn, sum ráða í heimsins londum, fara lætt um sannleikan og tað, sum vit hoyra teir lova, halda teir ikki. Teir niðra og gera gjøldur. Teir hava stórt vald, men eru fyrilitarleysir.
Og hetta ávirkar alt og øll. Vit kenna okkum ótrygg og frælsið ridlar.
Nýggj hugsan sigur, at hetta, at vit leggja alt út á blik og at vit øll eru eru vorðin almenn, má broytast, tí tað er ikki gott fyri menniskjað. Húsini skulu ikki longur vera tey beru vindeygu, har hvør Hanus og Janus kann hyggja inn. Køkar í dag eru hvítir við beinum linjum, har eru eingi rund og mjúk horn, øll húsini eru eins, tað einstaka er horvið. Rákið sigur, at vit fara aftur til ommu og hennara sprossavindeygu, við aldargamla, arvaða stólinum og heklaða teppinum og flógvir bollar á borðinum, gjørdir við súrdeiggi, sum hevur gingið gjøgnum fleri ættarlið. Vit skulu fara aftur til ein gerandisdag, har "ting taka tíð".
Hvør veit ? Ivaleyst illusoriskir dreymatankar í einum heimi, har vit merkja, at tað brennir undir okkara fótum, vit eru ótrygg og alt er ófrættakent og vit leita eftir tí trygga og fjálga, har tað ónda ikki nær okkum. Lat Hormuz vera Hormuz ella Ebola ella bumbur og kríggj, eg minki um vindeygað og seti meg við kettuni í fanginum og lurti eftir ommu, sum sigur "tað gongur nokk".
Hvar er vakurleikin, hvar eru dreymarnir, sum flúgva høgt og langt ? Sum eitt svar á alla óhumskuna vit síggja í dag, so fara alt fleiri at eygleiða fuglin og hansara lív. Fríir og frælsir fuglar, sum kunnu lætta sær á og flúgva til annað stað, meðan vit menniskju eru svínabundin. Appir eru, sum vísa okkum, hvussu fuglarnir láta og syngja, og neyðugt er, at tú ert kvirr, so tú hoyrir fuglin.
Júst sum Andin, sum fer hagar hann vil og sum ber boð um annan frælsan heim, sum vit trúgva, at vit einaferð flúgva til.
-----
Les fleiri klummur hjá Argarð Arge her: Tíðindi - Fólkakirkjan