Skriva út

Eg fari at fotoshoppa langommu

24.10.2019 Tíðindi

Kanska skuldi eg farið og fotoshoppað myndina av langommu og hennara børnum. Børnini á myndini eru so álvarsom, og tey halda hendurnar so løgið, so tað má broytast.  Onkur blundar og onkur hevur ógreitt, stríggið hár. Langomma hevur eisini so tilforgreitt hár, kundi verið meiri mjúkt, hon kundi smílt meiri, knappa kjólan eitt sindur upp, verið í einum push up BH og fingið sær vakrari og smalari miðju.  Hetta kann eg fotoshoppa og soleiðis vísa langommu í hennara bestu útgávu, optimera hana, so at siga, hækka hennara lekkirheitsfaktor, so børn og ung í dag ikki fáa varandi skelk at síggja eina langommu, sum hevði eitt strævið og hart lív, sum so sæst aftur í andliti og hondum og brái.

Men var tað so langomman og hennara børn, sum vóru á myndini, var tað so ikki eg, sum gjørdi meg inn á eina løtu, so sum hon var ? Var so handa løtan, hasin veruleikin ? Kanska skuldi myndin av langommu, heldur fingið meg at hugsa, hvør søgan er hjá fólkunum á myndini og sum gav teimum júst hatta bráðið ?

Kanska um eg setti hennara lív í andsøgn til mín gerandisdag, at eg varð meiri rúmsátt og takksom ?

Søgan er til fyri at læra okkum nakað.

Í dag fotoshoppa foreldur skúlamyndir av teirra børnum. Alt snýr seg um at síggja gott út, onki lýti má vera, so fotografar gera fittu barnatenninar hvítari, boylar verða fjaldir, ymiskt á húðini, sum hoyra til ein tannáring hvørvur  og soleiðis signaleri eg við barnið :

”Mamma er ikki nøgd við teg, góði, og eg geri tað fyri tína skuld, so tú ikki fer, sum 25 ára gamal maður, at fáa nakra neurosu, tí mann sær gloppið millum framtenninar ella at ein frísk pirra hómaðist  á høkuni. Mamma vil gera alt fyri teg, eisini fáa teg at síggja øðrvísi út, eg broyti veruleikan fyri teg, simpelthen !”

Men hvat við søgunum og minnunum frá barndómi og ungdómi ?

”Sær tú fruntin hjá tær,har á myndina, tað var, tá tú klipti hárið sjálv”?

”Ella arrið á høkuni, sum tú fekk í barnagarðinum, dagin tú fylti fýra, tað gloyma vit ongantíð, góða ”.

”Og har hevur tú boyla, fitt, ha ? ”

”Sær tú tárið í eygnakrókinum, tú vildi ikki fotograferast í vøggustovuni handa dagin, søgdu tey, men mammasta, sum tú vart og ert fitt.”

Vit broyta og falsa okkara søgu og søgurnar hjá børnunum, men tað leggur sektin á, meiri týdningarmikið at vera ”vakur”, at duga at posera og leggja seg skerflatan á alnótini. Og Instagram bíðar eftir tínum myndum, so sum tú vilt hava at títt lív skal síggja út fyri umheiminum og tá øll hava sæð títt hús og heim, so er stundin at fara at fotoshoppa børnini og vísa øllum, hvussu eg havi broytt barnamyndirnar, so sum eg vil hava tey skulu síggja út.

Børn eru givin okkum at elska við skeivum tonnum  og munnsárum, men er tað so livandi galið, at tann vaksni hveppir seg við at leggja mynd á Instagram, tí barnið kanska hevur boyla ella eksem ?

Hvat við hugburðinum ”eg elski hvørja einastu kyknu í tær, hvørja skeivu tonn ”!

Hvør eri eg, at virðismeta mítt barn, sum er av mínum egna holdi ? Elski teg júst, sum tú ert ! Total góðkenning, hvat annað? Og er tað ikki júst tað, sum børn og ung sakna í dag ? Hasa treytaleysu góðkenningina?

Tú ert góð/ur, júst so sum tú ert. Tí ongin er sum tú, vit eru øll einstøk og serstøk. Júst, sum orðið individ, sum merkir nakað, sum ikki kann lutast sundur, men er tað einstaka menniskjað.

Tíðin sigur eisini, at øll børn og ung skulu hava góðar karakterir, men onkur svarar til tað, at  ”ver heldur ein góður karakterur.”

Vit mugu læra frá okkum at vera semjusøkjandi, elska tað góða, fara væl um djór og náttúru, fara væl um likamið, men ikki gloyma, at vit eisini eru sál og andi og ikki bert standardiseraðar, hvítar robottir, har alt er háglans og eins.

Eru tað ikki frávikini vit elska, tað sum er øðrvísi, sjarmuna.

Vit liva í tíð, sum leggur størstan dent á tað ytra, tað er ikki so týdningarmikið, at vita nakað, tú kanst altíð googla tað.

Men vit verða ørkymlaði og villast og støðufesti hvørvur, so ótti og órógv dagar undan.

Vit liva í eini serstakari tíð, har kontinuiteturin riðjar og vit gáa ikki um, hvørji vit eru, men heldur, hvussu vit síggja út. Og eru vit ikki nøgd við veruleikan, so broyta vit hann, ella vit ”falsa” hann,  og gera veruleikan, so sum vit vilja  hava hann skal vera.

Narcissos lá við áarbakkan og speglaði sær og varð so ásttikin í síni egnu mynd, at hann datt úti og druknaði.

Hvat við okkum, grynna vit?