Skriva út

Eg fái ilt í búkin

28.08.2021 Tíðindi

Tíðir fara og koma og siðir og gerandisdagar broytast. Fyrr fekk tann ungi prestsins hond á høvdið og so út í heimin at klára seg ella seyma brúðarútstýr til mann fann ella varð funnin, varð giftur og fekk hús og heim.

Fólk vóru so ella so fjald aftanfyri betonggarðar ella høgar runnar. Mann heilsaði og beyð góðan dag og fortaldi ikki fyri øllum heiminum, at maðurin var strævin ella at konan ikki var “dugandi kona”. Skuldi bræv skrivast, so var at sessast og skriva, lesa umaftur og so koyra í brævbjálva og keypa frímerki og finna postkassa. Onki við at sita í einum skýmaskoti aftanfyri skíggjan og lúra eftir, hvat grannin ger ella finnast at og happa og niðra.

Mammusa dagur var skipaður, árstíðirnar komu og fóru, rabarbugreytur og jólakøkur. Onki sjónvarp, men tað, sum var sagt í lurtinum, tað fekk mann við, tí tá mann át døgverða ella nátturða var kvirt, meðan “maðurin í radionum” tosaði.

“Ver ein pen genta” og “uppfør teg ordentligt”, vóru hyggiráðini mann fekk aftur í trýssunum.

Privatsferan var har, tá....men tað var als ikki bara gott ! Vænti nógv børn hava verið illa kroyst á teirra matrikkuli.

Í dag heilsa vit opinleikanum vælkomnum, vit bróta garðar niður og hava lágan vøkstur, vit baða á terassum og vísa øllum heiminum, hvussu tað sær út inni hjá okkum og hvat eg haldi um alt. Vit hava empati og sympati, vit ansa eftir hvørjum øðrum, broyta logo og reklamur, so ongin kennir seg gingnan ov nær, vit traðka til og hjálpa og hava lívið hjá hvørjum øðrum í okkara hondum.

Nýggj tøkni broytir gerandisdagin, so vit nú kunnu sita í fjálgum stóli við lambaskinni og við nýggjari kaffimaskinu hurrandi í køkinum og samstundis síggja allan ræðuleikan í Afghanistan.

Hesin veruleikin og myndirnar úr Afghanistan gera, at burtur dettur alt, sum vit hava skavað undir okkum,sum vit halda skal til fyri at gerast lukkulig, burtur er alt grenj um stongdar vegir ella grindadráp ella koronupass ella heystið, sum kemur....

Burtur er hetta at vera tykkin ella krevja at “eg altíð skal hava møguleikan at velja”. Alt sum vit halda skal vera í okkara demokratiska landi, sum flest okkara elska og eru so sera takksom fyri, alt hetta speglast nú í ræðuleikanum í Kabul, har neyðars børn síggja devulskap, sum gevur sáran mein.

Har kann kvinnan ikki velja nakað sum helst, hon kann ikki velja sín maka í mun til okkum í dag “sum sita og jesa yvir sjónvarpsrøð, har pør verða tvangsgift”...men tey kunnu ikki velja nakað, sum helst!

Sunnudagin fara prestar í túsundatali at prædika um miskunnsama samariubúgvan.
Boðskapur, sum er “In your face”, sum onkur vildi sagt.

Men hvør er næstin hjá teimum ella okkum? Hjá mær og hjá tær?
Samariubúgvin, ikki sannheit?

Hvat høvdu vit gjørt, um eg ella tú komu framá tað bukaða menniskjað í líknilsinum? Tikið eina mynd við mínari Iphone....og skrivað “halló, nakar sum kennir”?

Etiskar tvístøður rúgva seg upp í okkara lívi í dag. Vit fáa ringa samvitsku og skuldarkenslu, tí hvør kann ikki seta seg í støðuna hjá mammuni í Kabul, sum má kasta barnið uppum múrin á flogvøllinum í vón um, at onkur loftar, ella, ella...myndirnar og orðini eru ógvusligar og mann verður máttleysur heima í Hay stólinum!

Og vit fara at tjakast og smáskelda, hvør skal hjálpast ella bjargast og hvat er skilagott ella ikki. Men neyðin hjá næstanum er her og nú, um tað so er í Kabul, Føroyum ella Myanmar.

Í griska tekstinum stendur, at samariubúgvin tókti so synd í bukaða manninum, at “hann fekk ilt í sínar innvølir”. Og hví fekk samariubúgvin, har á vegnum millum Jerúsalem og Jeriko, so ilt og hví fáa flest øll so ilt, tá menniskju líða neyð?

Tí dulvitið teskar til okkum :“Hatta kundi verið tú og hugsa tær, um ongin hjálpti tær”!