Skriva út

- Eg dugdi bara eittans ørindi – og tað var ʹmíttʹ

13.07.2022 Tíðindi
- Eg elski mítt konfirmantaørindi, sigur Eyðun Andreasen í Leirvík.

- Fyrstu ferð eg vitnaði um Jesus í missiónshúsinum, stamaði eg mítt konfirmantaørindi fram. Eg dugdi bara hetta ørindið uttanat, sigur Eyðun Andreasen í Leirvík.

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

KONFIRMASJÓN 4 AV 4: - Hetta ørindið hevur altíð ligið hjarta mínum nær!
Sunnudagurin 27. mars 1977 var ein stórur dagur í Fuglafjarðar kirkju, tá várkonfirmasjónin var á skránni og teir nógvu konfirmantarnir úr sóknini skuldu játta sína dópstrúgv.

Millum hesar var Eyðun Andreasen úr Leirvík, sum, eins og øll hini, fekk eitt serstakt ørindi úr Bíbliuni frá sóknarprestinum Torkil Beder.

Ørindið, sum Torkil skrivaði í Nýggjatestamenti hansara var úr Opinberingini kapittul 3 og 11. ørindi: ”Eg komi skjótt; halt tí fast, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!”

- Ja, sigur Eyðun Andreasen. - Hetta ørindið hevur altíð ligið hjarta mínum nær. Og hetta er í roynd og veru einasta ørindið, sum eg havi dugað uttanat, líka síðani eg fekk tað.

Hesi orðini úr Opinberingini høvdu ikki einans týdning fyri hann tá, men hava fylgt honum síðani – enn tann dag í dag.

- Tá eg reisti meg upp at vitna um Jesus fyrstu ferð í Leirvíkar Missiónshúsi, ja, tá dugdi og kendi eg bara eittans ørindi. So eg stamaði bara mítt konfirmantaørindi fram, og settist aftur, greiðir Eyðun frá.

- Eg havi ein langan lista við góðum ørindum, og hugsi síðani um, hvat ørindi man hóska til tann ávísa konfirmantin, sigur Anne Mette Grete Klemensen, prestur (Mynd: kvf.fo).

ØRINDI VIÐ BOÐSKAPI
Presturin í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, ANNE METTE GREVE KLEMENSEN, hevur eisini fingið spurningin um, hvussu hon velur ørindini út til sínar konfirmantar.

Tá hon sjálv var konfirmerað fekk hon ørindið úr Jóhannes kapittul 14, fyrsta ørindi: ”Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg!”

- Eg havi altíð hildið, at hetta er eitt sera gott ørindi, um enn tað ikki hevur havt so stóra ávirkan á mítt lív, vísir hon á.

Sum prestur í Føroyum, fyrst við heimstaði í Fuglafirði og nú í Havn, hevur Anne Mette eisini havt hundraðtals konfirmantar til undirvísing, og í líka so nógvum førum havt sum uppgávu at geva hvørjum teirra sítt egna og persónliga ørindi.

Og her hevur hon sína mannagongd, tá hetta skal gerast:

- Ja, tá eg velji ørindi, havi eg ein langan lista við góðum ørindum, og síðani hugsi eg um, hvat ørindi man hóska til tann ávísa konfirmantin.

- Í ávísum førum havi eg hugsað einaferð eyka um ørindið, um eg meti, at konfirmanturin kundi havt gleði av einum serligum ørindi ella boðskapi, greiðir Anne Mette Greve Klemensen frá.

HETTA VAR MÍTT ØRINDI
Vit geva eisini orðið til ein annan mann, nevniliga ASBJØRN MIKKELSEN av Skála. Hann var konfirmeraður tann 18. oktober í 1970 í Selatraðar kirkju av Johannes Follend, presti.

Eins og í so mongum øðrum kirkjum fekk hvør einstakur konfirmantur sítt Nýggjatestamenti við bláari permu, her prestur hevði skrivað eina heilsu til konfirmantin. Í førinum hjá Asbjørn var talan um Sálm 23,1b: “Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni”.

- Eg minnist, at eg gjørdist sera glaður fyri hetta ørindið, og hugsaði, at tað var eitt sera vakurt og gott orð at fáa.

- Eg vil somuleiðis siga, at hetta versið tók eg til mín sum ‘mítt’ ørindi. Henda heilsanin er góð og styrkjandi at hava við sær á lívsleiðini, sigur Asbjørn Mikkelsen.

GAV MÆR EIN FRIÐ
At enda í hesum umfarinum lata vit enn ein mann greiða frá sínum konfirmantaørindi. Talan er um VILLADS ELBO BØGESVANG. Sum onkur helst beinanvegin dugir at rokna út, so er hann prestasonur, tí tað var júst pápi hansara, Henning Bøgesvang, sum fyri skjótt 39 árum síðani stóð fyri teirri konfirmasjónini.

Villads var konfirmeraður tann 9. oktober 1983 í Christianskirkjuni í Klaksvík. Presturin gav hon hetta ørindið úr Sálmi 56,12: ”Eg líti á Guð, eg vil ikki óttast, hvat kann mær menniskja gera?”

Og hetta ørindi hevur eisini fylgt Villads síðani. Hann sigur soleiðis:

- Hetta ørindið hugsi eg ofta um. Tað gevur mær ein frið, tí eg veit at Gud er við mær, og tá kann einki menniskja skaða meg.

So kann rithøvundurin sjálvur – SNORRI BREND – leggja aftrat, at hann var konfirmeraður 4. mars 1973 í Havnar kirkju av Kjartan Mørkøre, presti. Ørindið, ið hann fekk skrivað inn í sítt bláa Nýggjatestamenti var úr Lukas 16, 10: ”Tann, sum er trúgvur í tí minsta, er eisini trúgvur í stórum”.

Hann skilti tað ikki til fulnar týdningin av ørindinum tá, fyri skjótt 50 árum síðani, men hevur síðani persónliga takkað presti fyri tað, - tí hetta, at duga at síggja tað lítla í tí stóra og tað stóra í tí lítla, hevur líka síðani havt sína stóru ávirkan á gerandisdag og andaliga lív hansara.

- At eg júst fekk hetta ørindi frá presti, tað havi eg mangar ferðir takkað Gudi fyr!

- - - -

GREINARØÐIN ENDAR
Hetta er fjórða og seinasta greinin í røðini um ørindini, sum prestur gevur konfirmantinum. Hinar greinarnar hava staðið her á heimasíðuni 27. mai, 25. juni og 8. juli.