Skriva út
Eftirmeting og dagføring av biskupsgarði
18.07.2012 Tíðindi

Á ólavsøku í ár eru fimm ár liðin, síðani fólkakirkjan kom á føroyskar hendur. Tað var eitt einmælt Løgting, ið tók avgerð um, at umsitingin av fólkakirkjuni skuldi koma á føroyskar hendur.
Torført er at meta um úrslitið, hvussu yvirtøkan hevur vignast, tá ein sjálvur er ógegnigur. Eingin kann eftirmeta seg sjálvan, og tað er valla skilagott av einum leiðara at nýta stór orð um egin avrik ella avrik, sum ein sjálvur er partur av.
Tíðin stendur ikki í stað, og hvat skulu vit samanbera við. Vit kenna úrslitið av yvirtøkuni, men tað er torført at meta um, hvussu støðan var, um vit ikki høvdu yvirtikið umsitingina av fólkakirkjuni í 2007.
Annað er so tað, at eisini í grannalondum okkara eru hendar stórar broytingar í fólkakirkjuni bæði við atliti at bygnaði og innihaldi. Serliga fíggjarkreppan hevur sett sjónsk spor eftir seg í Íslandi, og hetta nervar alt kirkjuliga landslagi.
Í Danmark verður tosað um bygnaðarbroytingar. Millum annað løn prestanna, ið áður var eins fyri allar prestar í sama lønarflokki, verður nú vigað og ásett í mun til tørv kirkjunnar og førleika prestsins. Í politiskum høpi er ynski um ein nýggjan og øðrvísi bygnað enn tann, ið vit hava kent í eina øld við fólkaræðisligari stýring. Eitt øðrvísi ella leysari band millum stat og kirkju.
Tá talan er um prestagarðarnar í Føroyum og bústaðarviðurskifti prestanna, so eru vit á slóðini. Prestagarðarnir eru í dag í munandi betri standi enn teir vóru undir donsku skipanini, serliga teir garðar, ið eru dagførdir og ávegis dagførdir.
Tá ið vit yvirtóku ábyrgdina av gørðunum, var støðan alt annað enn góð. Prestagarðarnir vóru í misjøvnum standi, summir vóru at at kalla ikki egnaðir til bústað, meðan aðrir vóru í heldur frægari standi. Ivasamt er, um nakar av teim 19 gørðunum var í góðum standi.
Umsitingin tók hesa støðu í sera stórum álvara, og fólkið á skrivstovuni eigur rós fyri sín gerning. Talan er um 3,9 ársverk, og normeringin er 5,5. Eingin hevur spart seg, og raksturin í meginfyrisitingini er av somu orsøk væl bíligari enn mett.
Umsitingin hevur ta áskoðan, at tá prestarnir hava bústaðarskyldu og búgva til leigu, so skal garðurin vera á leið í sama standi, sum eini miðal føroysk sethús eru í dag.
Vit hava umvælt og dagført hesar garðar við árslok 2012 : Prestagarðurin í Vági, í Leirum, í Todnesi, dómpróstagarðurin, í Hvalvík, á Gjaranesi og á Brekku í Klaksvík.
Harafturat hava vit gjørt stórar ábøtur á Heygsvegi í Havn, í Lamba, í Fuglafirði og á Prestvegi í Klaksvík. Aðrir garðar hava fingið neyðugar og smærri ábøtur.
Vit vóna, at vit tey komandi trý árini kunnu gera nakað munagott við garðarnar á Nesi, Miðvági, Eiði og Kvívík. Støðan hjá onkrum av hesum fýra gørðunum er ikki nøktandi, og allir krevja munandi ábøtur.
Nú stutt eftir ólavsøku verður so biskupsgarður dagførdur, bæði bústaðurin og skrivstovan hjá Føroya Stiftsstjórn. Arbeiðið fer at taka umleið eitt ár. Hetta tíðarskeiðið kemur skrivstovan at húsast í hølunum, har Havnar Sjúkrakassi var.
Orð: JF
Myndir: ANH
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi