Skriva út

Dýri biðidagur: Vit hava brúk fyri dagar við hvíld og halgan

11.01.2023 Tíðindi

Donsku biskuparnir eru ikki fegnir um ætlanina at avtaka dýri biðidag sum heiligdag. Okkara biskupur, Jógvan Fríðriksson heldur, at vit ístaðin fyri avtøkuna, skuldu fingið ein heiligdag aftrat til hvíld og friði og halgan. 

Dýri biðidagur – fyrra greinin: ”Eg eri eitt sindur ambivalent til spurningin, tí – hvar enda vit, um vit taka dýra biðidag burtur nú? Hvat verður so tað næsta? Og ja, hvat verður tað næsta kristna, sum verður niðurraðfest?”

Orðini omanfyri eigur Malan Kjærbo Ragnarsdóttir úr Havn, og sum vit hava tosað við um henda spurningin, sum nú er til umrøðu í almenna rúminum: Skal dýri biðidagur avtakast sum heiligdagur í Danmark í 2024, og møguliga eisini seinni í Føroyum?
Malan hevur búð í ymiskum londum og heimspørtum, og verið partur av kristna lívinum, har hon hevur búð.

- Hinvegin so havi eg sæð, at tað eru ikki júst heiligdagarnir, sum gera okkum kristin.
- Tí, sært tú, - hvørki amerikanarar, eingilskmenn, avstraliarar ella afrikanarar eru minni kristin enn vit, bara tí at teir ikki hava ein dýra biðidag, leggur Malan Kjærbo Ragnarsdóttir aftrat.

Bæði hjá henni, og mongum dønum og føroyingum, kom tað dátt við, tá grundarlagið undir nýggju donsku stjórnini var almannakunngjørt 15. desember í fjør.

Stjórnin við Mette Frederiksen á odda hevur sett sær fyri at loysa nógv mál fyri at betra um gerandisdagin hjá dønum, nú kreppa er rundan um okkum orsakað av kríggi í Europa.
Tað, sum kortini gjørdi sítt til, at hetta stjórnargrundarlag fekk eina eyka umrøðu millum fólk, var eina punktið í ætlan teirra, nevniliga at avtaka ein av heiligdøgunum í kirkjuárinum – dýra biðidag frá 2024 at rokna.

87 prosent ímóti
Hesin dagurin í kirkjuárinum fellur fýra vikur eftir langafríggjadag, ella tríggjar vikur undan hvítusunnu. Í ár verður dýri biðidagur sostatt 5. mai, og komandi ár verður hann – eftir álmanakkanum at siga – 26. apríl 2024.

Avgerðin hevur verið fyri miklari umrøðu í talgildum miðlum og sosialum miðlum. Og hann, sum hevur fylgt eitt sindur við í hesi umrøðuni hevur sæð, at meiningarnar eru ymiskar í Danmark í øllum førum.

Her á landi er spurningurin ikki eins aktuellur og í Danmark, tí her er hetta ikki vorðið aktuelt enn. Men hetta hevur kortini ikki hildið fólki aftur í at siga, hvat tey halda um henda spurningin.

Uttan at draga nakra beinleiðis niðurstøðu so eru flestu føroyingar ímóti eini slíkari ætlan, um hon skuldi blivið aktuell her á landi. Hetta vísti eisini ein kanning, sum Portalurin gjørdi fyrr í mánaðinum, har ein greiður meiriluti var ímóti at avtaka dýra biðidag, um tað altso kom uppá tal her á landi.

Spurningurin, sum fólk kundu svara, var soljóðandi: ”Eiga vit at avtaka dýra biðidag, eins og danir ætla?” So mong sum 6.636 brúkarar av Portalinum greiddu atkvøðu, og var teirra støða púra greið: 87 prosent søgdu nei, meðan 13 prosent søgdu seg stuðla eini slíkari ætlan.

Á hesum sinni savna vit saman nøkur av teimum sjónarmiðum, sum tann kirkjuligi myndugleikin í Føroyum og Danmark er komin fram við.



Biðja – ikki arbeiða
Tá teir tríggir floksformenninir í danska Javnaðarflokkinum, Vinstra og Moderaterne løgdu fram stjórnargrundarlag teirra, sum tey høvdu samráðst um í vikur, vóru tíðindafólk og onnur sera spent eftir ætlanum teirra.

Mong teirra mundu tó kvaklast við, tá tað eina punktið var nevnt – hetta kirkjupolitiska stigið at avtaka ein av heiligdøgunum, sum hevur verið í gildi síðani 1686, frá 2024 at rokna.
Fyrr vóru nógv fleiri biðidagar enn nú á døgum. Seinni vórðu fleiri av hesum biðidøgunum lagdir saman til ein einstakan biðidag, sum varð nevndur “dýri biðidagur” (á donskum: store bededag). Hendan dagin skuldu fólkini fasta, biðja og halda seg burtur frá arbeiði, ferðing og spølum.

Orsøkin til ætlaðu broytingina hjá nýggju stjórnini skal síggjast aftur í, at danska samfelagið hevði brúk fyri peningi at fíggja verjuna við, nú kríggj er í Ukraina.
Fyri at taka tann stórpolitiska vinkulin við, so hevur NATO kravt, at Danmark og hini limalondini frá 2030 skulu brúka 2 prosent av BTÚ (bruttotjóðarúrtøkuni) til útreiðslur av verjuni.

Við at avtaka heiligdagin og gera henda fríggjadagin, ið er annaðhvørt í apríl ella í mai mánaði, til vanligan arbeiðsdag, kundu fólk, ístaðin fyri at halda frí, arbeiða sum vanligt, og soleiðis útvega samfelagnum eyka inntøkur til hesa útreiðsluna.

Heldur ein dag aftrat!
Ætlanin fekk tó ikki bert góð skoðsmál í donsku miðlunum. Bæði danska fólkakirkjan, politikkarar og yrkisfeløg eru ikki fegin um ætlanina.
Í hesum sambandi er vert at nevna, at 11 danskir biskupar søgdu í einum felags úttalilsi, at hetta var "et markant indgreb i folkekirkens tradition", sum teir tóku til.

Biskuppur okkara, Jógvan Fríðriksson hevur eisini sagt frá sínari hugsan um hetta málið í viðtalu við Kringvarpið týsdagin 3. januar.
Hann vísti heldur á tað øvugta, um eina kann siga tað so: Ístaðin fyri at strika dýra biðidag, áttu vit at fingið ein dag afturat, halgidag ella frídag.
Jógvan Fríðriksson legði í sama andadrátti dent á, at ein donsk avgerð ikki hevur ávirkan á, hvussu vit skipa okkum á tí andaliga økinum í føroysku fólkakirkjuni og tí verðsliga á arbeiðsmarknaðinum.

Í samrøðuni gjørdi biskupur eisini púra greitt, at hann helt lítið um ætlanirnar í Danmark. Og hann fór enntá so vítt sum at siga, at henda ætlanin hjá donsku stjórnini fyri honum var at meta sum hugsjónarligur ørskapur.

- Er tað nakað sum vit í føroyska – og danska – samfelagnum hava brúk fyri, eru tað dagar við hvíld og friði og halgan.
- Ja, kemur tað til skarpskeringar, so vildi eg sagt, at vit áttu heldur at fingið eina halgidag aftrat, enn at avtaka ein, bæði andaliga og fólksliga, segði Jógvan Fríðriksson við Kringvarpið.

Orð: Snorri Brend/Mynd: Internetið

- - - -
Í eini seinni grein venda vit aftur til nakað av tí, sum tann vanligi føroyingurin – bæði fólk, sum eru limir í fólkakirkjuni og onnur – hevur at bera fram um hetta málið.
Ein teirra tók harðliga til orðanna á Facebook, og segði beinleiðis, at tað er ræðuligt um hesin dagurin verður avtikin:
- Hetta ger bara samfelagið enn meiri heiðið. Dýri biðidagur er ein so djúpt elskaður dagur av øllum føroyingum, sum eru í djúpari bøn henda serliga dagin, sum stóri bønardagurin er her á okkara landi!