Skriva út

Dýrgripurin í leirkeri

10.03.2024 Tíðindi

Evnið er bygt á seinna korintmannabræv, kapitul 4, ørindi 7: “Men hendan dýrgripin hava vit í leirkeri, fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guðs og ikki frá okkum”.

Hitt sterkasta og dýrasta, í tí veikasta og bíligasta - dýrgripurin - leirkeri. Er hetta ikki neyðarguðfrøðin enn einaferð?. Hví ikki heldur tosa um tær veldigu himmalsku kreftir, sum eru tøkar? Eiga vit ikki at verða meira upptikin av máttinum og kreftunum, og tosa minnið um tað veika og vesaliga? Tað er eingin nytta í at vera vesaligur.

Nei, tað er púra rætt. Mong menniskju síggja bara tað neyðarsliga í øllum. Tað er ikki nógv at byggja sína ævgu sælu á, á sín vesaldóm. Við kirkjuliðið í Laudikea verður sagt, at tað er vesaligt. Men við kirkjuliðið í Filadelfia verður sagt, at tað hevur lítlan mátt. So er tað hvør sítt. So er lítil máttur ikki vesaldómur, men evangelium.

Av brøvunum til kirkjuliðini í Opinberingini, eru tað bara tveimum, ið ikki verður funnist at. Tað er kirkjuliðið í Smýrna og kirkjuliðið í Filadelfia. Jesus skrivar sjálvur brøvini til teirra, og einki hevur hann at finnast at teimum. Hesi menniskjuni munnu hava tað frálíkt, halda vit. Ja, lurta nú eftir hvussu frálíkt alt er hjá teimum. Opinberingin 2 og Opinberingin 3. Vit taka nøkur brot burtur úr brøvunum.Við hitt fyrra, í Smýrna, verður sagt: “Eg veit um trongd tína og fátækt tína ... tú verður spottað av samkomuhúsi Sátans ... djevulin skal kasta nakrar av tykkum í fongsul. Og við kirkjuliðið í Filadelfia verður sagt: Eg havið latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur, tí at tú hevur lítlan mátt ... eisini har lati eg nakrar av samkomuhúsi Sátans koma ... og tú skal gjøgnum freistingarstundir. Ája, tað sá nú ikki so frálíkt út sum vit hugsaðu.

Á sama hátt hevur Paulus lýst sína egnu støðu: Verð sterkur í náðini í Kristi Jesusi, skrivar hann til Timoteus meðan hann situr fangi í Róm. Og hann sigur um sítt egna máttloysi, tá ið hann rósar sær av tí, at tá er hann sterkur, tá kennir hann at náðin er nóg mikið: Máttur Guðs verður fullkomin í máttloysi.

Henda dýrgrip hava vit í leirkeri. Dýrgripurin er frelsan í Jesusi Kristi. Leirkeri eru frelstir syndarar, tað eru Paulus og øll hini. Dýrgripurin er tað dýrasta og sterkasta, sum til er. Leirker tað bíligasta og veikasta, sum finst. Løgin samanseting, tá ið leirkerið fær uppgávuna at verja um dýrgripin. Búnýti úr leiri vóru tey bíligasta á bíbliunnar samtíð, og eisini vóru tey veikast. Einki toldi tey, um ikki var farið sera varðisliga um við teimum. Men í sær kundi tey goyma dýrabarar lutir. Soleiðis er menniskja eisini í mun til dýrgripin. At hugsa sær, hvat ein sælur syndari er sloppin at vera eitt ílat um. Tað átti at givið orsøk til eyðmýkt og størsta varðsemi.

Henda dýrgrip, hesa frelsu hevur Guð lagt niður í eitt veikt mannabarn, ið er sum eitt leirker. Eitt lítið skump, ein lítil stoytur, ella tað skuldið gloppið av hondum, og rivur koma í, sum ongantíð fara burtur aftur, tí tað ber ikki til, at umvæla leirkerið eftir at tað hevur verið í ovninum. Hesi ker vildi Guð brúka. Tað, sum lítið var, útvaldi Guð sær. Hann kundi havt valt sær onnur ker til brúks. Eingin kundi forða honum at sent legiónir av einglum út yvir hansara egnu jørð við boðum um ta miskunn, sum hann veitir. Gullker og silvurker, ja, sjálvt jarnker høvdu verið nóg sterk í tænastu hansara. Men so valdi hann leirkerini. Hví mundi hann gera tað? Vit vita ikki. Vit vita bara at hann, hin almáttugi, hevur skapa okkum soleiðis. Jesaja skrivar einastaðni: Má leirið metast javnt við meistaran, so at smíðið kann siga við smiðin: “Hann hevur ikki gjørt meg”.

Her er ein avgerandi týdningur, at vit ikki býta um - at vit ikki gera okkum sjálv til dýrgripin, tað sterka. Latið okkum ansa eftir, at vit ikki gera kerið til frelsuna, tí so er hon dømd at miseydnast. Lat leirkerið vera tað, tað er, og dýrgripin vera tann, hann er. Tess veruligari leirkerið er, tess bjartari skínur dýrgripurin úr tí. Fara vit at prýða um kerið, so kámast dýrgripurin í tí. Eyguni verða vend móti kerinum heldur enn móti dýrgripinum.

Men bera vit dýrgripin, tá ger hann okkum eisini dýrabar. Hesin dýrgripur er í leirkeri - tá ið djevulin stríðist móti trúgv okkara, tá munnu vit kenna hetta: Ája, kerið er bara av leiri. Illimaður hevur fingið so nógv at gera í seinastuni, segði gamla Marin eitt kvøldi á møti. Tað er sum hann teskar mær: Bíða bara, Marin, eg fái teg nokk til endans! Og eg svarið honum: Ja, eg veit at mær ert tú ikki bangin fyri, men eg krógvi meg aftanfyri Jesus, og hann torir tú ikki at nema!

Í seinni partinum av versinum stendur: ”Fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guðs og ikki frá okkum.” Guð gevur ikki kraft sína frá sær til menniskju, og situr eftir máttleysur. Nei, við síni kraft hjálpir og ber hann børn síni. Fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guðs og ikki frá okkum. At vera sterkur í náðini, er at hanga yvir avgrundini, hildin av Guðs hond. Alt er tikið undan fótum okkara, bara hansara ovurmikla kraft, hansara almáts hond rætt oman úr himlinum, heldur okkum. So er tað líka mikið, hvat vit føla, um vit eru bjartskygd ella svartskygd, sjúk ella frísk, um tað er kríggj ella friður, stormur ella logn, lív ella deyði, hansara hond heldur okkum. Jú sterk skulu vit vera, men sterk í náðini. Og náðin er bara til teirra, sum treingja hana. Náði upplivist bara, har Guð sleppur at geva og geva til tann, ið einki eigur, og, sum hevur lítlan mátt.

Eitt annað við leirkerinum er, at tað styrknar ikki við árunum. Tað verður verandi tað, tað er. At ganga fram í halgan og reinleika, er ikki at byrja at styrkja um leirkerið, um likamið, tí tað brotnar einaferð. Ein dagin fer tað í smildur, í deyðanum. Tá ræður um at tað smildrast í Guðs hondum, tí so ger tað einki. hann dugir at samla pettini saman aftur. Har fer einki til spillis. At ganga fram í halgan og reinleika er, at lata frelsuna, dýrgripin lýsa fram um tað menniskjaliga, so at vit avspegla Jesus og ikki okkum sjálv. Tí sigum Paulus við Timoteus: O varðveit gripin, sum tær er litin til.

Hendan dýrgripin hava vit í leirkeri. Eru tær hendurnar, sum kerið verður borðið av, nóg eymar, tá ger tað so lítið um kerið er av vánaligum tilfari. Og Jesu hendur eru eymar: sum Georg S. Geil biskupur, syngur.

Í tínum hondum einki brotnar,
sum heilt í smildur fara má;
Tøkk, Guð, tann vissa í mær ornar,
tá eftir eg í vali lá.
Tøkk, tøkk, at er í døgum vondum
kann hvíla meg í tínum hondum!

Latið okkum, sum hava lítlan mátt, krøkja okkum føst í ta hondina, sum hevur allan mátt, sum ongantíð viknar. Gævi at lógvar hansara bera okkara gjøgnum lívið, tí so náa vit landið, har tey sprungutu leirkerini verða til gullker, ið ongantíð farast. Har hann skal umskapa neyðarlikam okkara til eitt dýrdarlikam, har hitt fyrra er farið, og Jesus verður alt í øllum.

John S. Myllhamar