Skriva út

Droymir um starv í Føroyum

23.02.2021 Tíðindi

Steintóra Erhardsdóttir er ein av seks føroyingum, sum eru lidnir ella um at verða lidnir við sín gudfrøðilestur í Kjøpinhavn, og nú snýr tað seg um at finna rætta starvið niðri, meðan bíðað verður eftir einum kalli heima í Føroyum.

Hilmar Jan Hansen

– Tað er ikki so einfalt at umseta útbúgvingina til eitt starv, tí í Føroyum eru nokk so nógvir nýggir prestar komnir tey seinnu árini, so har er ikki ordiliga nakað í eygsjón beint nú, hóast eg helst vildi sloppið at arbeitt heima í Føroyum.

Tað sigur 29 ára gamla Steintóra Erhardsdóttir úr Vági, sum hálvan januar var liðug við pastoralseminariið. Hon fór undir at lesa gudfrøði á universitetinum í Kjøpinhavn í 2012, og á vári í fjør tók hon seinasta partin av útbúgvingini á Yale University yviri í USA.

– Í løtuni eri eg í A-kassanum, og har skilja tey ikki ordiliga, at eg ikki bara søki øll leys størv, sum eru. Tey hava ikki fatað, at eitt prestastarv er altso eitt sindur øðrvísi enn onnur størv, tí har eru bæði kirkjuráð, próstur, biskupur, royndarprædika og annað á leiðini, áðrenn talan endiliga verður um nakað starv yvirhøvur.

Av teimum 24, sum vóru á pastoralseminarii saman við Steintóru, eru tað higartil bara fimm, ið hava fingið starv, so tað er ikki “bara bara”, sum hon tekur til.

– Sjálvandi hyggi eg at teimum størvum, sum eru, men havi ikki funnið nakað enn, sum hóskar til mín. Eg havi føroyskan sjeik, sum arbeiðir í Kjøpinhavn og eigur eina dóttir her, eins og mamma hennara eisini býr her, so tað heila skal ganga upp, fyri at eitt starv skal kennast áhugavert fyri meg, sigur hon.

Avspeglar teg sjálvan
Steintóra Erhardsdóttir hevur altíð hugsað sær at blivið prestur, hóast hon ásannar, at tað kanska ikki var eitt so vanligt ting at droyma um. Men dreymurin hevur altíð verið har, og hóast hon nú hevur fingið útbúgvingina og neyðuga yvirbygningin, hevur hon eisini verið í iva.

– Upprunaliga søkti eg inn at lesa løgfrøði, men hvørja ferð broytti eg tað til gudfrøði. Og meðan eg las gudfrøði, søkti eg aftur inn at lesa løgfrøði og slapp eisini inn. Men kortini valdi eg at halda fram við at lesa gudfrøði, og tað eri eg fegin um í dag, sigur hon.

– Í veruleikanum er tað sera krevjandi at lesa gudfrøði, tí tú alla tíðina arbeiðir við spurningum, ið onkursvegna avspegla teg sjálvan. Men hóast tað hevur verið strævið, so vildi eg ikki verið tað fyriuttan. Og eg stúri heldur ikki fyri at skula fara til arbeiðis sum prestur, tá ið tað einaferð kemur so langt, tí eg fari at royna at gera mítt besta.

Steintóra sigur, at eitt prestastarv er eitt starv við øgiliga skiftandi arbeiðstíðum, har tað ikki bara er hasin eini tímin sunnumorgun, men so øgiliga nógv annað, ið býr í starvinum.

– Tað, at tað er so nógv í prestastarvinum, sum er uttan fyri ta vanligu “átta til fýra”-rammuna, er ikki minst tað, ið fyri meg er lokkandi við tí at vera prestur, tí slíkum umstøðum trívist eg sera væl í. Og so er tað eisini tað, at fyri meg er tað at vera prestur meira eitt lív, enn tað bara er eitt arbeiði, sigur hon.

Starvsvenjing í Føroyum
Eftir at hava lokið sjálvan gudfrøðilesturin, skuldi Steintóra Erhardsdóttir á pastoralseminarii í fimm mánaðir, sum er neyðugur yvirbygningur, skalt tú brúka útbúgvingina sum prestur.

– Tað byrjaði í august og endaði í desember, og harav skuldu fimm vikur vera í starvsvenjing, fyrst tvær í september og so tríggjar aftur í november. Starvsvenjingin skuldi helst vera hjá sama presti báðar ferðirnar, og hóast mær stóð í boði at fara í eina kirkju á Frederiksberg, vildi eg heldur sleppa til Føroya í starvsvenjing, greiðir hon frá.

– Eg var so heppin at fáa pláss hjá Ann Hermansdóttir í Havnar kirkju, og tað var ordiliga læruríkt, tí eg fekk møguleika at uppliva so nógvar og ymsar tættir í prestagerninginum. Eg slapp at prædika í Nólsoy og í Havn, har eg eisini hevði eina morgunandakt, og so var eg við til samrøður í sambandi við bæði vígslu, dóp og sálarrøkt, umframt at eg var við til kirkjuráðsfund, á heimamissiónsmøti, við til fund í tvørkirkjuligum arbeiði, til gudstænastur á ellis- og røktarheimum og mangt annað.

Alt hetta var partur av starvsvenjingini saman við vegleiðaranum, Ann Hermansdóttir, men eisini var Steintóra við til ymiskt saman við øðrum prestum, so hon fekk seg roynda á fleiri økjum ta lutfalsliga stuttu tíðina, starvsvenjingin var.

– Ja, eg var við Sverra Steinhólm, fongsulspresti, uppi í Mjørkadali, og eisini var eg við Anne Mette Greve Klemensen, tá ið hon skuldi hava sendingina “Hetta heilaga evangeliið skrivar”, og tá var eg við á upptøkunum, tí eg slapp at lesa evangeliitekstin. Tann eina dagin var eg saman við Emil Olsen og vitjaði Jógvan Fríðriksson, biskup, sigur hon.

Nú fæst so at síggja, hvat kemur burtur úr lestri, starvsvenjing og royndum annars, og meðan Steintóra Erhardsdóttir vónar við tíðini at fáa prestastarv í føroysku fólkakirkjuni, fylgir hon við starvslýsingunum niðri, tí hon hevur einki ímóti at taka eitt vikariat har, til okkurt kanska kemur heima í Føroyum.

MYNDATEKSTUR:
Steintóra Erhardsdóttir og Ann Hermansdóttir avmyndaðar í Nólsoyar kirkju, tá Steintóra hevði verið har og hildið prædiku í sambandi við tíðina í starvsvenjing.

Mynd: Evy Toftegaard Nielsen.