Skriva út
Dropar í kaliki
22.11.2011 Tíðindi

Nakað eftir middag sunnudagin 20. november 2011 fóru vit báðir dómprósturin úr Havnini. Leiðin lá inn á Strendur, har prestarnir, kirkjuráðini og kirkjunnar tænarar í oynni høvdu árliga kirkjufundin.
Hetta er eitt gott tiltak, og eysturoyingar hava drúgvar royndir á hesum øki. Longu í sjeytiárunum var hesin tátturin tikin upp, men datt síðani burturaftur. Um aldarskiftið varð so byrjað av nýggjum. Sigast má, at undirtøkan er stór. 180 av kirkjunnar álitisfólkum møttu til fundar. Tað er mikið gott og hugaligt.
At Sjóvar kirkja er ein halgidómur er valla nakar í iva um. Henda gamla lonin við sermerktari byggilist og sniði. Heitt, fjálgt og vakurt. Fullsett kirkja, tí gudstænastan var, eins og allar gudstænastur, almenn.
Men er tíðin ikki runnin frá hesi gomlu kirkjuni? Ber nakað til, og er nøkur menning møgulig?
Settu vit spurningin undan gudstænastuni, so er svarið eyðsýnt. Valla stór frambrot á Strondum, tí karmarnir eru ein forðing.
Men, vit fingu annað at síggja, tá gudstænastan byrjaði.
Millum tey kendu liðini sang Streingjakórið á Strondum. Vakur sangur, ið bindur bond millum Heimamissiónina og kirkjuna í Sjóvar sókn. Missiónin og kirkjan hava í eina stóra øld gingið hond í hond. So eru eisini fleiri virkin, fleiri kenna ábyrgd, fleiri koma í kirkju, - og fjøldin kennir seg eiga ein part í gudstænastuni og kirkjuni.
Sóknarpresturin, Símun Jacobsen, prædikaði. Hann nevndi, at vit vóru uttan fyri hámessuna og tess vegna kundu loyva okkum eitt sindur meira. So sipaði hann við einum skeivum smíli til ein av undangongumonnum í kallinum, sum á sinni segði tey í Føroyum kendu orðini : “Tað verður eingin sambadansur í Sjóvar kirkju.”
Áðrenn bøn og prædiku heitti prestur á forkvinnuna í kirkjuráðnum við bøn um at trýsta á “play”. So sang Heini Lutzen um krossin og Golgata.
Meðan Heini sang, hugdu vit uppeftir og fingu eyga á tveir stórar hátalarar. Teir lógu har frammi í kirkjuni á einum dragara.
Riggaði hetta? Ella var tað ov mikið av tí góða? Var talan um stílbrot?
Fyri okkum á Strondum er svarið einfalt. Kirkjan er eitt gudshús, ið má kunna nýtast. Vit mega nýta teir møguleikar, ið eru. Mangt letur seg gera, um viljin og hóvlig hugsan valda.
Símun prædikaði, og áhugavert var at lurta eftir einari klassiskari prædiku, hvørs tema var lóg og evangelium. Einki var tilvild, og sangurin hjá Heina gekk aftur í prædikuni : Krossurin og Golgata.
Harrans borð var borðreitt, Jesu likam og blóð. Altargongdin vísti aftur til prædikuna og fram til evnið, ið Emil Olsen, prestur, fór at umrøða. Men fyrst og fremst var løtan um Harrans borð løta hins einstaka og harvið kirkjuliðsins.
Allir fimm prestarnir í oynni høvdu ein leiklut í gudstænastuni. Saman við tænarunum góvu tey okkum eina ríka løtu. Vit á bríkunum vóru eisini virkin. Vit vóru ikki áskoðarar ella áhoyrarar. Vit vóru virkin t.d. í bønini og sálmasanginum.
Eftir gudstænastuna varð farið út í Bygdarhúsið til eina góða máltíð. Tað er týdningarmikið at eta saman, tí felagsskapurin um borðið ger nakað við okkum.
Emil prestur helt ein læruríkan fyrilestur um altarborðið. Heitið var “altargangur, - eisini fyri børn.”
Skulu børnini koma til altars, ella skulu tey bíða, soleiðis at altarborðið í sambandi við fermingina er teirra fyrsta vitjan við Harrans borð?
Emil greiddi frá siðvenjuni í fornkirkjuni og seinri í kirkjusøguni. Niðurstøðan var, at gudfrøðiliga og kirkjusøguliga sæð eru ongar próvgrundir, ið tala fyri at nokta børnunum pláss við Harrans borð. Tvørturímóti talar siðvenjan við barnadópi fyri, at børnini sum partur av Guds familju eiga pláss við Harrans borð.
Fyrilesturin var greiður, so greiður at viðmerkingar vórðu ikki nógvar í tali. Ivaleyst av teirri orsøk, at alt fleiri kirkjulið so líðandi lata børnini koma til altars saman við foreldrunum ella øðrum vaksnum.
Sjálvur havi eg havt børn til altars. Tað hevur verið bæði ríkt og gevandi. So læra børnini mannagongdina við Harrans borð. Hinvegin havi eg sum prestur roynt at troysta vaksin og rættiliga tilkomin fólk, tá tey við Harrans borð vegna tvørrandi kunnleika vendu serkalikinum skeivt og drukku av fótinum.
Men alt við virðing, spekt og sóma. Tað hevur størri týdning, at vit koma til Harrans borð, enn at vit eru serkøn í altargongd.
JF
Onnur tíðindi