Skriva út
Dómkirkjan sum dómkirkja
01.02.2010 Tíðindi

Sunnudagurin 31. januar 2010 var ein av teimum stóru í Havnar kirkju. Ikki tí, hvør gudstænasta hevur sítt virði, og torført er at stigbenda dygdina. Tó so var hesin dagurin á serstakan hátt tignarligur takkað verið so mongum, ikki minst urguni, horntónleikinum og Havnarkórinum.
Eisini á annan hátt var hátíðardámur. Tveir sóknarprestar vórðu innsettir í kallið, annar teirra sum dómpróstur Føroya.
Eitt skifti sigur altíð frá, at tíðin er runnin. Bjarni Bæk, fyrrverandi dómpróstur, hevur saman við øðrum myndað Suðurstreymoyar eystara prestagjald í mong ár, harav dómpróstur síðani 1995. Tað var ikki sørt, at sorgblídni var til staðar í rúminum onkra løtu. Tað er at fegnast um, at presturin er ein partur av fólkinum.
Ann Dahl Hansen varð innsett sum sóknarprestur. Hon hevur verið í hesum kallinum í knøpp tvey ár. Nú er hon sett í eitt fast starv, og viðurskiftini eru skipað. Hugaligt, at økið í og rundan um høvuðsstaðin fær ung fólk inn í tænastuna. Í kirkjuni telur førleikin, - men gott er tað, at vit ímillum tey ungu andlitini síggja eina kvinnu. Tað gevur kirkjuni og gudfrøðini gagnligar vinklar inn á so mong evni, ið nema tilveruna.
Uni Næs er frá í dag av Dómpróstur Føroya. Uni hevur drúgvar royndir sum prestur. Hann hevur verið virkin á mongum økjum og er væl kendur við norðurlendskt og millumtjóða kirkjuligt virksemi. Hann hevur m.a. eisini nomið sær kunnleika innan fjølmiðlaheimin. Áðrenn hann gjørdist prestur tók hann eina serliga fjølmiðla útbúgving fyri fólk, ið høvdu lokið hægri lestur.
Vit hava eina dómkirkju í Føroyum, og ein er nóg mikið. Hugaligt er tað at síggja, at kirkjunnar álitisfólk hava ment og framvegis menna dómkirkjuna sum dómkirkju. Vit eiga í komandi tíðum at skapa góðar karmar, so dómkirkjan veruliga kann vera dómkirkju í tign og góðsku. Tíbetur eiga vit dugnalig fólk, og vit eru takksom. So tað fer at blíðka fyri hugaðum monnum / kvinnum.
JF.
Onnur tíðindi