Skriva út

Deknagudstænasta – við lestri fyri børn

24.07.2012 Tíðindi
Deknagudstænasta – við lestri fyri børn

HUGSKOT
Haldórsvíkar kirkja var karmur um gudstænastuna, tá 130 børn og leiðarar vóru á eini av barnalegunum í Leguhúsinum í Nesvík.

Leiðslan á leguni avgjørdi at fara norður í áttahyrntu kirkjuna í Vík henda sunnudagin fyrr í mánaðinum. Samstundis fekk ein høvið at vísa teimum ta serstøku, vøkru og skjótt 156 ára gomlu kirkjuna, við teirri forvitnisligu altartalvuni av Heilagu Kvøldmáltíðini.

Tað tók sína tíð at fáa øll hesi børnini norður til Víkar, men í góðveðrinum bilti ikki hjá teimum at ganga ein styttri ella longri tein framvið landsvegnum, áðrenn tey vórðu koyrd seinasta strekkið.

Deknagudstænasta var í kirkjuni henda sunnudagin 8. juli, og deknurin las lesturin sum var settur til 5. sunnudag eftir Trinitatis – forrestin um Pætur, sum eisini var høvuðsevnið í bíbliutímunum á summarleguni.

Ein av leiðarunum varð biðin um at spæla til sálmasangin, og soleiðis gekk henda gudstænastan eins og so mangar aðrar.

Børnini sótu still, sungu við og lurtaðu (eins og myndin vísir), og brúktu helst onkra løtuna at hugsa um altartalvuna, líðingarsøguna og um tað at ganga í kirkju.

BARNAVINARLIGT
Á summarlegunum hjá Heimamissiónini hevur verið vanligt at fara í kirkju á Norðskála. Men hesaferð valdi ein eina aðra loysn og leið, uttan at boðað varð frá hesum frammanundan.

Hvørki deknur, klokkari ella urguleikari í Vík høvdu helst væntað eina slíka innrás av ungdómi henda sunnudagin, men øll rúmaðust kortini væl og virðiliga inni í kirkjuni.

Eftir gudstænastuna rann mær í huga eitt uppskot, ið eg taki úr egnum barmi og við egnum royndum bæði sum klokkari, kirkjuráðslimur og ein teirra sum havi sunnudagsskúla undir gudstænastuni í Hoyvíkar kirkju. Hetta hugskotið kann vera roynt í onkrari kirkju frammanundan – ongatíð betur um so var. Men tað forðar mær kortini ikki at bera tað víðari til okkara prestar, deknar og kirkjuráð: - Hví ikki onkuntíð skipa eina deknagudstænastu fyri børnunum?

Hetta átti at verið einfalt og líkatil: Tað krevst ein Sálmabók, kirkja, deknur og aðrir kirkjutænarar – og góð kunning frammanundan.

Hygg her:
TÍÐSPUNKTIÐ kann vera klokkan 11 ella 12 sunnudag, alt eftir árstíð og siði. Prestur kann vera til staðar, men tað er sum so ikki neyðugt í hesum føri.

SÁLMARNAR kann deknurin skjótt finna millum barnavinarligu sálmarnar í Sálmabókini.

LESTURIN er í hesum føri kanska tann stóra avbjóðingin: Tí munnu børn anno Domino 2012 skilja lestrarnar í dag, og sum í mongum – fyri ikki at siga flestu – førum eru skrivaðir til vaksið fólk, í eini aðrari tíð og mentan, og haraftrat við øðrvísi málburði. Hvar er í neyðini lestur?

Tað er tíbetur so, at tað veruliga finnast lestrar sum veruliga eru ætlaðir børnum – enntá á góðum føroyskum og lættskiljandi máli!

Í sambandi við mikla 1000 ára kristnihaldið í ár 2000, kom út ein bók við lestrum skrivaðir í ymiskum tíðarskeiðum. Í hesi bókini finnast hesir stuttu, men væl skrivaðu og barnavinarligu lestrarnir, við eini góðari søgu úr Bíbliuni, og haraftrat væl kryddraðir við eini søgu úr gerandisdegnum hjá børnunum. Á henda hátt kann ein slíkur fanga børnini á teirra stigi, og kann vera við til at vísa teimum vegin til barnavinin Jesus.

Hesir lestrar byrja við orðunum “Kæru børn” – og bara við einum slíkum inngangi, kann ein fanga oyruni hjá børnunum og fáa tey at lurta við andakt hesa løtuna.

Havi spurt meg fyri hjá onkrum deknum, men siga teir seg ikki kennast við hesa fortivnisligu bókina (havi ikki heitið á henni í høvdinum í skrivandi stund) við teimum barnavinarligu lestrunum.

Kanska kann hesi stubbin gera sítt til, at slíkar gudstænastur kunnu verða hildnar kring landið – samstundis sum henda lestrarbókin kann koma aftur til heiður og æru.

Við hesum er hugskotið givið víðari!

Orð: Snorri Brend
Mynd úr Haldórsvíkar kirkju: Dan Filip Hammer