Skriva út
David: - At prædika er at lurta
29.08.2012 Tíðindi

Eftir at hava verið sóknarprestur í samfull 35 ár í Vága prestagjaldi, leggur David Johannesen nú frá sær.
Í hansara stað er Inga Poulsen Dam sett sum prestur frá 1. september at rokna.
Umframt at hava virkað sum prestur við øllum tí sum hartil hoyrir, hevur David Johannesen eisini brúkt nógva tíð at skriva bøkur – og ikki minst at lesa bøkur.
Við heimasíðu okkara – www.folkakirkjan.fo – sigur David, at hann framvegis ætlar sær at skriva bøkur og at brúka nógva tíð at lesa viðkomandi bøkur. Hetta hevur eisini sína avgjørdu orsøk:
Sum prestur er jú ein av uppgávunum at halda prædikur um mong ymisk evni og spurningar.
Og hetta er ikki nakað, ið hann sum prestur kundi ella hevur viljað farið lætt um.
- Tað er altíð ein avbjóðing at prædika og at hava okkurt at bera fram, so at siga hvønn einasta dag. Og hetta hevur verið ein hin størsta avbjóðingin í tænastuni øll hesi árini, sigur David Johannesen.
Hóast hetta, hevur hvør einstøk gudstænasta, um hon so hevur verið í Vágum, Mykinesi ella aðrastaðni, verið ein serlig hending og ein avbjóðing. Tí sum hann sigur:
- At prædika er eisini sjálvur at lurta og siga tað, ið liggur einum á hjarta.
- Við hvørja gudstænastu taka vit ímóti trúgv og frelsu, lívi og ævigari framtíð. Gud er tann sum gevur og vit koma eisini inn undir hansara signing, sigur David Johannesen.
Orð: Snorri Brend
Onnur tíðindi