Skriva út
Danskur biskupsfundur í Føroyum
18.08.2010 Tíðindi

Biskupsfundur í Føroyum er tekin um framhaldandi sterkt samstarv millum føroysku og donsku kirkjuna.
3. – 6. september verður danskur biskupsfundur hildin í Føroyum. Talan er um 10 danskar biskupar, grønlendski biskupurin og føroyski biskupurin, sum koma at halda ymsar fundir runt í Føroyum.
Hóast føroyska kirkjan nú er yvirtikin, so er biskupurin enn ein partur av danska biskupskollegiinum, og hetta er sambært Jógvani Fríðriksson sera týdningarmikið fyri eina lítla kirkju sum okkara.
– Vit mugu ikki verða isolerað í okkara kirkju. Tað er týdningarmikið at hava eitt gott samstarv við donsku kirkjuna og hinar norðurlendsku kirkjunar. Tí er føroyski biskupurin enn ein partur av danska biskupskollegiinum. Tað er eisini sera gott, at eg sum einsamallur biskupur í Føroyum kann hava samstarv við donsku biskuparnar og soleiðis vera partur av einari størri eind, sigur Jógvan.
– Vit fara at hava ymsar fundir hesar dagarnar, og summir av biskupunum koma eisini at prædika. Vit fara at tosa saman um mál, sum viðkoma kirkjuni. Biskuparnir hava slíkar fundir 3 – 4 ferðir um árið, og tað gongur uppá skift frá stað til stað, sigur hann.
Samstarvið við donsku kirkjuni er framvegis sera gott, og kirkjan arbeiðir við at víðka samstarvið við onnur norðurlond.
– Samstarvið við donsku kirkjuna er frálíkt og skal haldast við líka. Vit ynskja eisini at byggja brýr til onnur lond og taka upp samstarv við til dømis íslendsku og norsku kirkjuna. Nógvir av okkara prestum hava tikið útbúgving í norðanlondum, og vit kunnu framvegis nýta teir møguleikar til eftirútbúgving, sum danska kirkjan bjóðar. Tað er týdningarmikið, at føroysku prestarnir og kirkjan sum heild fær ein norðurlendskan sjónarring, og at vit kunnu kenna okkum sum ein part av alheimskirkjuni, sigur Jógvan Fríðriksson at enda.
Orð: Heini S. Kristiansen
Onnur tíðindi