Skriva út

Danskt kirkjulív í vøkstri

15.02.2012 Tíðindi
Danskt kirkjulív í vøkstri

Siðvenjan broytist, sum tíðir skifta. Hin gamli Prædikarin segði tey kendu orðini, at alt hevur sína tíð. Kirkjusøgan prógvar tað sama, og ymiskt er, hvussu vit meta um andalig fyribrigdi frá øld til aðra.

Í langa tíð hevur ligið á ljóði, hvussu illa tað gongst í donsku kirkjuni, og at talið av kirkjufólki støðugt lækkar. Talan ljóðaði døpur í oyrum okkara.

Tó, sannleikin er ein heilt annar. Tað tók langa tíð at varnast veruleikan, ið als ikki er søgan um tómar kirkjur. Kirkjulívið er broytt, og nýtslan av kirkjuni er lagað til nýggjar tíðir og nútíðar lívsmynstur.

Í dag eru nógvar ymiskar gudstænastur allar dagar í vikuni. Hesar gudstænasturnar taka atlit at serligum áhugabólkum, t.d. børnunum, teim ungu, familjunum og teimum forfjónaðu.

Ongantíð tey seinastu 40 árini hava so nógv fólk tilsamans vitjað kirkjuna til gudstænastur og kveikjandi andaligar løtur sum júst nú.

Afturat tí kendu klassisku gudstænastuni er fjøld av øðrum tiltøkum. Hesi ymisku tilboðini raka tíðina, har hin einstaki setir tey krøv, at hetta skal hóva júst mær. Rákið rekur tann vegin, at hin einstaki hugsar út frá sær sjálvum. Mær hóvar betur gudstænastur gerandisdagar ella seinrapart sunnudag, tess vegna eru tað hesar gudstænasturnar, ið eru mínar.

Hjá eini kristnari kirkju er tað umráðandi at koma á tal við fólkið. Dagur og klokkutíð er ikki avgerandi. Tað gleðiliga er fjølbroytni og fleiri tilboð, so fólkið kann hoyra gleðiboðskapin um Jesus.

Sjálvt um vit mangan hava hoyrt um tómar kirkjur, at eingin gongur í kirkju, so er sannleikin ein heilt annar, staðfesta lærd fólk og granskarar.

Meðan tað áður var hámessan sunnu- og halgidagar, ið var tað kirkjuliga virksemið, so er tilboðið í dag rættiliga fjølbroytt.

“Taka vit heildina og hyggja at átøkum, har kirkjan og fólkið møtast, so meti eg, at talið ikki nakrantíð hevur verið so høgt tey seinastu 40 árini, sum tað er í dag.” Orðini eigur Hans Raun Iversen, ið er professari við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn.

Kirkjan má kenna tíðina, sum vit liva í. Kirkjan má raka tíðina og harvið tala til fólkið í tess samtíð. Tað er tað, ið verður kallað nýhugsan og eftirmeting.

Kelda : Kristeligt Dagblad mánadgin 13. februar 2012.

JF.