Skriva út

Danskir dreingir og unglingar gera konsertferð til Føroya

09.10.2025 Tíðindi
Syngedrengene

Danska kórið "Syngedrengene fra Assens" er á veg til Føroya at hava konsertir í Vesturkirkjuni og í Gøtu kirkju. Konsertirnar verða mánakvøldið 13. og týskvøldið 14. oktober.

Hetta dreingja- og unglingakórið í Vor Frue Kirke í Assens á Vesturfjóni er áhugavert, tí talan er um 25 dreingir og ungar menn, sum áhaldandi og regluliga fáa og hava fingið kórvenjing og einstaklingavenjing í sangi frá barnsbeini.

Kórskúlin ger munin
Kórið er millum tey elstu í Danmark. Tað varð stovnað í 1856 og virkar í dag sum ein sangskúli, har dreingirnir heilt frá 2. og 3. flokki og til lokna skúlagongd í miðnámsskúla fáa holla venjing og undirvísing í solosangi, tónleikaástøði og klaverspæli. Kórið og kórskúlin geva soleiðis eitt týðandi mentanarligt íkast bæði til nærumhvørvið og landspartin. 

Kórleiðari er Rasmus Tofte-Hansen. Talan er um eitt kirkjukór, og tí er klassiskur evropeiskur kirkjutónleikur á skránni. Men kórið úr Assens syngur eisini norðurlendskar sangir frá romantiska tíðarskeiðnum og sangir frá danska sangarvinum. Ferðin til Føroya er ætlað sum eitt skiftistiltak í mentanarhøpi, og tí verður konsertin í Gøtu kirkju ein felags konsert við Gøtu kirkju ungdómskór.

Danska kórið verður eisini at hoyra í kirkjuni í Kollafirði sunnudagin 12. oktober, har gudstænasta er.

Konsertin við "Syngedrengene fra Assens" verður í:

Vesturkirkjuni mánakvøldið 13. oktober kl. 19 og í 

Gøtu kirkju týskvøldið 14. oktober kl. 19.