Skriva út
Dannebrog fyri seinastu ferð
18.06.2007 Tíðindi
Í góðveðrinum seinasta mánadag var flaggað fyri seinastu ferð í bispagarðinum við Dannebrog. Flaggað varð fyri hansara kongaligu hátign Hendriki prinsi, sum hevði føðingardag henda dagin. Tá kirkjan verður yvirtikin á ólavsøku, verður framyvir flaggað við Merkinum. Annars hevur siðvenjan verið tann, at bispagarðurin hevur flaggað við Dannebrog við hátíðardagar hjá teimum kongaligu, men við Merkinum til aðrar hátíðardagar, tá flaggað verður. Dannebrogsflaggið hjá bispaembætinum er sýlt og verður nú havt í varðveitslu. Í sambandi við yvirtøkuna er eitt nýtt kapittul byrjað í søguni hjá bispagarðinum við Jóannes Paturssonargøtu í Havn, sum bygdur varð í 1950. Frá 1950 til 1963 vóru húsini kalla próstagarðurin, men í 1963, tá Føroyar fingu varabisp, bleiv heitið bispagarðurin.Dannebrog fyri seinastu ferð.
Bispagarðurin, fyrr próstagarðurin varð, bygdur í 1950.
Onnur tíðindi