Skriva út
Brochmand og Stanley í Fuglafjarðar kirkju
07.09.2012 Tíðindi

Sunnudagin 23. september verður guðstænastan litað av, at vit hava havt eina mentanarviku í Fuglafirði. Undir guðstænastuni fáa vit at hoyra bæði ógvuliga gamlar og heilt nýggjar tónar.
Alla mentanarvikuna verður ein framsýning í kirkjuni við bíblium, sámlabókum og lestrabókum frá 1500-talinum og frameftir. Maðurin aftanfyri framsýningina er Petur Martin Petersen, sum vísur ein part av antikvariska bókasavni sínum fram. Framsýningin fatar millum annað um ein Brochmands-lestur, sum prædikan hendan sunnudagin er bygd á.
Tað er deknurin, Dan Reinert-Petersen, sum fer at lesa úr hesi gomlu lestrabók við gotiskari skrift.
Á gerandismáli er ein "Brochmandslestur" blivið eitt úttrykk fyri eina prædiku, sum er ógvuliga long, og hendan sunnudagin kann kirkjufólkið sjálvt avgera um prædikan livur upp til sítt navn. Brochmand skrivar sjálvur í fororðinum, at talan bert er um stuttar frágreiðingar:
"Sabbati Sanctificatio. Det er: Gudelig Betenchning oc kort Forklaring offver alle Evangelier og Epistler som paa Søndage oc alle hellige Dage udi Guds Menighed det gandske Aar igennem pleyer at fremsettis oc forhandlis, Guds Børn til tieniste forfatted. Af Casparo Erasmo Brochmand."
Aftaná prædikuna fær gudstænastan eitt heilt annað ljóð, tá Stanley Samuelsen fer at syngja.
Á myndini síggjast Dan Reinert-Petersen við lestrabókini hjá Brochmand frá 1655, Anne Mette Greve Klemensen við bíbliuni hjá Chr. III frá
1550 og Petur Martin Petersen við Huspostiller hjá Brochmand frá 1766.
Onnur tíðindi