Skriva út
Bókin hjá Meinhardi Bjartalíð, sóknarpresti : “Hann kemur í lýsingini”.
25.11.2010 Tíðindi

Um tíggjuáraskiftið áttati/níti vitjaði Meinhard Bjartalíð, ið tá las gudfrøði, Viðareiðis kirkju. Hann skuldi prædika henda sunnudagin. Væl gekst, so væl, at vit har norðuri settu okkum í samband við Ejvind Vilhelm, biskup, ið var blaðstjóri á Kirkjutíðindi. Prædikan varð prentað í blaðnum. Ein sera vøkur og málsliga væl klødd prædika við talandi myndum og sigandi myndamáli.
Longu frá heilt ungum árum sóu vit, at her gingu rík evni, ágrýtni og nærlagni hond í hond. Tað, lagt verður fyri dagin, er umhugsað bæði vit atliti at innihaldi og málsligum búna. Orðini eru ikki tilvild, tað er umhugsað og gjøgnumført.
Tveir træðrir ganga aftur sum ein reyður tráður í prædikuni hjá Meinhardi, tá talan er um handverkið, tað at skriva, tað at smíða eina prædiku. Talan er um skaldsliga tónlist. Lýsa vit handverkið við fremmandum orðum, kann verða sagt, at talan er um poesi og musik.
Í eini prædiku eru hesi orðini mettað við dygd og lødd við nøkrum dragandi. Oyra fangar, vitið festir seg á ein slíkan hátt, at tað talar til hjartað. Tað, ið vit kunnu tala og samtala um út frá ytri viðurskiftum sum málfrøði, vitan og vísindum, møtir okkum í hjartanum, har kenslurnar húsast, og trúgvin býr. Úrslitið er ein gudstænasta, har menniskjan møtir tí almáttuga og kennir seg væl og heima.
Hyggja vit nærri at orðinum poesi, so kemur tað av grikska orðinum poiein, ið merkir at skapa. Ein poetisk prædika er skapandi, prestur skapar í huga og verki, byggir á eitt grundstøði, ið er lagt. Hin lurtandi, - kirkjuliðið kennir hesa skapan, fær nakað gott og verður uppbygt. Skapanin gongur aftur til upphavið, har tað er Guð, sum skapar alt í øllum. Ein poetisk prædika er prestsins skapan, t.e. at nýta tey evnir í tænastuni, ið skaparin gav.
Taka vit tann tónlistarliga partin, so vita vit, at orðið musikkur gongur aftur til grikska gudfrøði og heimspeki, har ikki færri enn 9 listardísar góvu íblástur til skapan. Tónleikurin er gudakendur.
Hjá Meinhardi Bjartalíð er íblásturin runnin av kristnari rót. Tað er trúgvin á Jesus, hann, ið kemur í lýsingini, sum eyðkennir allar tekstirnar. Guðs egna skapan ígjøgnum sonin hin einborna. Hin upprisni Jesus, hin myndandi páskamorgun og vónin um lív og sælu.
Í prædikuni til 4. s. eftir trettanda til 2. tekstarøð síggja vit tað, ið eg havi roynt at siga. Sjógvurin, veður og vindur, -vindurin makaði.
Prædikan byrjar við Ekliptiku. Frásøgnin so livandi, at sjálvt tey, ið ongantíð hava verið til skips, fanga søguna, støðuna og álvaran. Tað er lætt at lurta, og sjálvt um vit ikki kenna søguna, er tað, sum tónin er kendur.
Álvarsemið umborð á Ekliptiku førir við sær, at teksturin um Jesus verður samtíðartekstur umborð á skipinum. Ein av manningini biður eina bøn : “Jesus, tá tú vart úti á vatninum við lærusveinunum, og teir komu í vanda, eg biði teg um at hjálpa okkum á sama hátt, sum teir vóru hjálptir.”
Frá Vestmannaoyggjunum koma vit í føroyskan sjógv, og altartalvurnar verða nevndar. Frá óveðrinum á Genesarets vatni og vandaferðini við Ekliptiku koma vit til okkara egnu ferð um lívsins hav.
Prædikan hevur eina vón, gevur ein frið, tí Hann kemur í lýsingini.
Citat : “Men, so koma aðrir dagar, tá ið havið reisist, og tað brýtur í bæði borð. Stormur og ødn, ikki minst í sinninum, og vit eru um at ganga burtur. Dagar við mótgongd, ótta, iva, vónloysi og myrkri. Í slíkum døgum eru vit ikki einsamøll. Í fjórðu náttarvøku kemur hann til okkara. Hann kemur í lýsingini. Jesus kemur við ljósinum, troystini, friðinum og gleðini og sigur við okkum : “Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!”
Og so dópur, ferðalagið saman við Jesusi úr vøggu í grøv. Trúgvur er Jesus, innanborða í okkara lítla báti alt lívið og longur enn tað,- ævinleikin. Sum sungið verður við seinastu fráferð :
Kom set teg hjá mær síðstu nátt // sum ein, ið unnir mær alt gott, // sum ein av mínum kæru. // Sum vinurin tú sigi mær, // at brátt vit síggjast aftur har, // sum stríð er gloymt og farið.
Góði Meinhard!
Takk fyri bókina, ið er hugaligur lestur. Hon verður gudstrúnni holl í tí heimliga og við lestrarfjøl.
Tillukku við útgávuni.
(Hesa talu helt biskupur í Glyvra kirkju útgávudagin 14. november 2010.)
Onnur tíðindi