Bókaframløga í Glyvra kirkju

Bókaframløga var í Glyvra kirkju hóskvøldið hin 29. januar í sambandi við at Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, hevur latið úr hondum eina bók við prædikum, hugvekjum og bønum.

Bókin kallast, eins og ein av páskaprædikunum í bókini,
“Í súginum av ljósi”.
Her er talan um eina reglu burtur úr eini yrking eftir William Heinesen, ið verður endurgivin í prædikuni.
Olivur við Neyst, listamaður, gjørdi kápumyndina, ið er ein vatnlitamynd – ein “Náttúrukompositión”. Føroyskt Kirkjumál hevur givið bókina út.
Í bókini eru 22 myndir. Her er talan um oljumálningar, vatnlitamyndir og ikonar.
Meðan bókaframløgan var, kundu tey mongu, ið høvdu leitað sær í Glyvra kirkju nevnda kvøld, síggja eina málningaframsýning við nøkrum av myndunum, ið prýða bókina.

Kór Glyvra kirkju setti dám á løtuna, har røður vóru hildnar og tveir felagssálmar eisini vóru sungnir.

Bókin “Í súginum av ljósi”, ið er 295 síður, fæst til keyps í bókabúðunum.