Skriva út

Børn og ung í kirkjuni

12.10.2009 Tíðindi
Børn og ung í kirkjuni

Leygardagin 17. oktober verður eitt tiltak í læraraskúlahøllini, har evnið “børn og ung í kirkjuni” verður viðgjørt. Talan er um ein opnan kjakfund, har øll eru vælkomin.

Hvat og hvør?
Tiltakið verður fyriskipað av Fólkakirkjuni. Endamálið er at skapa eitt forum, har øll kunnu siga sína meining um barna- og ungdómsarbeiðið í kirkjuni. Vónin er at nógv góð hugskot koma fram. Eisini er alt rís og rós vælkomið. Hvat er gott, og hvat kann gerast øðrvísi? Tað verða eisini steðgir, har tað er møguleiki at fáa eitt prát við tey uppmøttu afturvið einum kaffimunni og góðum ábiti.
Øll eru vællkomin til tiltakið, sum sjálvandi er ókeypis. Vónandi verða vit fleiri!

Skrá
• Tiltakið byrjar klokkan 14 við nøkrum orðum um endamálið
• Upplegg
• Uni Næs, Prestur
• Símun Jacobsen, prestur
• Marjon Poulsen, barnaráðgevi hjá Heimamissiónini
• Jákup Justinussen, ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini
• Kaffisteðgur
• Frukt, kaffi og okkurt søtt
• Umboð fyri kirkjuligar felagsskapir fáa orðið
• Orðaskifti
• Øll eru vælkomin at taka koma við sínari meining
• Kaffisteðgur
• Frukt, kakao, køka
• Orðaskifti heldur fram
• Jógvan Fríðriksson, biskuppur, endar við nøkrum orðum
• Tiltakið endar umleið klokkan 18