Skriva út

Bønhúsið í Øravík 40 ár

17.11.2006 Tíðindi

27. november í ár, 2006, eru 40 ár síðan Bønhúsið í Øravík, sum tað fyrsta av sínum slag í nýggjari tíð, varð vígt og tikið í nýtslu. Her skal í stuttum verða greitt frá søgu tess.

Um 1880 varð skúli bygdur í Øravík. Umframt at verða nýttur til skúla, savnaðist bygdafólkið har til lestur sunnudagar. Tað gjørdi sítt til, at skúlin hevði torn, har klokka hekk, sum ein í nevndist Lambapól hevði havt við sær úr Lamba. Tað sigst, at klokkan skal stava frá Norsku Løvu.

Í 1964 varð skúlin niðurlagdur og niðurtikin. Á fundi í Ólavstovu 26. juni 1964 tók bygdafólkið, saman við prestunum Ejvind Vilhelm, seinni varabispi, á Tvøroyri og Jóhs. Follend, presti í Hvalba stig til at fáa Bønhús bygt.27. november í ár, 2006, eru 40 ár síðan Bønhúsið í Øravík, sum tað fyrsta av sínum slag í nýggjari tíð, varð vígt og tikið í nýtslu. Her skal í stuttum verða greitt frá søgu tess.

Um 1880 varð skúli bygdur í Øravík. Umframt at verða nýttur til skúla, savnaðist bygdafólkið har til lestur sunnudagar. Tað gjørdi sítt til, at skúlin hevði torn, har klokka hekk, sum ein í nevndist Lambapól hevði havt við sær úr Lamba. Tað sigst, at klokkan skal stava frá Norsku Løvu.

Í 1964 varð skúlin niðurlagdur og niðurtikin. Á fundi í Ólavstovu 26. juni 1964 tók bygdafólkið, saman við prestunum Ejvind Vilhelm, seinni varabispi, á Tvøroyri og Jóhs. Follend, presti í Hvalba stig til at fáa Bønhús bygt.

Í reglugerðini fyri húsið verður sagt, at húsið skal brúkast til gudstænastur og altargongd og onnur kristilig tiltøk innan fólkakirkjuna, umframt mentunnarlig tiltøk, sum eru hósk-andi fyri eitt tílíkt hús. Ánarar eru allir íbúgvar í Øravík, sum eru limir av fólkakirkjuni. Og er vanligur valrættaraldur galdandi. Báðir prestarnir í prestagjaldinum eru fastir limir, og er sóknarpresturin á Tvøroyri formaður. Bygdafólkið velur fimm limir, harav ein verður valdur til kirkjuverja, og hevur dagligu umsjónina við húsinum.