Skriva út
Bøgesvang prestur í Sjóvar prestagjaldi.
11.01.2008 Tíðindi
Henning Bøgesvang, ið vit kenna sum fyrrverandi sóknarprest í Norðoya Vestara prestagjaldi, verður fyribils settur sóknarprestur í Sjóvar Prestagjaldi frá 1. mars til 31. august 2008.Henning hevur drúgvar royndir sum prestur. Hann byrjaði kallið sum prestur í Donsku Sjómanskirkjuni, har hann starvaðist í Antwerpen. Síðani lá leiðin heim aftur til Danmarkar, har hann í trý ár starvaðist sum landsskrivari hjá Donsku Sjómanskirkjuni. Í 1976 kom hann til Klaksvíkar og var har heilt fram til 1998. Eitt av hesum árunum, seinast í áttati árunum, var hann í Amerika og nam sær holla vitan sum prestur millum sjúk og doyggjandi.
Úr Klaksvík lá leiðin til Svøríki, har hann hevur starvast á donsku sjómans- og útlandskirkjuni í Gøteborg. Nógvir føroyingar hava hitt og vitjað prestaparið Bøgesvang hesa tíðina, tey hava verið í Gøteborg. Talið av útisiglandi føroyingum er rættiliga stórt, og nógv miðalstór skip koma til Gøteborg. Í sjeytiárunum var Henning við til at stovna ta Føroysku Sjómanskirkjuna.
Og nú koma tey so heimaftur, Henning og Solveg, og verða prestahjún í Sjóvar Prestagjaldi. Bústaður teirra verður í Søldarfirði, har tey hava bygt hús og heim.
Onnur tíðindi