Skriva út

Boðanardagur Mariu

28.03.2023 Tíðindi

Vit eru miðskeiðis í føstuni. Tíðin, sum leggur upp til djúphugsan.  Er tað nakað, vit gera í dag, so er tað at hugsa, virðismeta og endurmeta okkum sjálvi.

Vit liva í serstakari tíð, har vit koyra í sjálvdrátti og hava okkum sjálvi sum norm og mál. Okkara privatsfæra er horvin, vit leggja alt og øll á blik, vit avmynda alt. Vit eru skíggjafólk og duga at leita alt upp á alheims netum, men børnini duga ikki longur at skriva við blýanti.

Allar deyðssyndir eru í spinn, havisjúkan og grammleikin og øvundin stýrir okkum, men mørkini eru burtur, so eg leggi ikki dempara á meg, men fari eirindarleyst eftir tí, eg vil hava.

Samfelagið er við uppá tað, tí hvat skulu vit eisini við halgidøgum ella Guði? Nei, vit vraka halgidagar og biðja menniskja heldur arbeiða enn meiri, tí arbeiðið definerar okkum. Eg eri ikki longur dóttir pápa mín, men eg eri mítt arbeiði.

Í fyrradagin var miðføstu sunnudagur - boðanardagur Mariu. Við tað sama hugsa vit:

” Ja, ja, gott við tær Lukas, men vísindin sigur nakað annað. Hatta er fitt søga”.

Kann vera. Vísindin er fantastisk, men steðgar alt við henni? Hevur vísindin altíð síðsta orðið?

Jomfrúføðing er ikki so fantastiska torfør at skilja í dag, nú tað ber til at gita egg og sáð í skál og seta upp í lívmóður hjá jomfrú, uttan at nakar maður hevur verið við í spælinum. Men er tað nú eisini har, vit skulu fokusera?

Mæti Albert Einstein segði: ”Tú kanst velja at liva, sum at einki er eitt undur ella at liva, sum at alt er eitt undur”

Tá tað himmalska nemur tað jarðiska, so vit og skil má krossfestast, tá hendir undrið. Men síggja vit tað? Eru øll undur horvin, tí eg má skilja, áðrenn eg trúgvi tí? Tí enn rópar ”nakað” í okkum, sum vit royna at sissa ella renna undan.

Vit megna at loysa langar líkningar, greina frá torskildum veðurlagsbroytingum og hugmynda okkum íbúð á Mars. Okkara fyrimyndir eru klók fólk, sum siga okkum, hvussu alt er sett saman, og tað er eisini so tað skal vera.

Men hvussu við undrinum? Tí enn óupphugsaða? Slíkt, sum ikki enn er ein tanki?

Sum handa dagin, tá Gabriel fór á gátt hjá Mariu.