Skriva út
Blíðkar fyri hugaðum monnum
05.07.2011 Tíðindi

Nógv gott og vakurt rørist í føroysku fólkakirkjuni. Vit frøast um lív og vøkstur, at vit eiga fólk, sum í trúfesti og nærlagni gera tænastu í kirkjuni.
Á hesum sinni verður hugsað um sjálva skipanina, at hon er virkin, so kirkjan er búgvin at tæna fólkinum. Kirkjan er ein góður karmur um lív og deyða. Lívsins stóru løtur við dópi, ferming og vígslu. Og so tann veruleikin, at ein vøkur jarðarferð er virðiligur heiður á ferðini um evstu sýn.
Kirkjan er eins og ein berandi bulur í samfelagnum. Tað sosiala medvitið í hugburði og lógarsmíði er myndað av kristnari prædiku. Kærleikin til næstan og mannarættindi bera ein færra av kristnari hugsan.
Tað er eitt ríkidømi fyri tjóðina, at kirkjan umboðar partar av landsins mentan so væl og tignarliga. Móðurmálið, sálmar og sangir hava stuðlað og ment tann føroyska samleikan í samljóði við kvæðini. Tónaskøld hava givið okkum løgini. Í kirkjuni hevur so deknurin lagt rødd til tað málsliga, meðan urguleikarin letur tónarnar tóna. Á bríkini tekur fólkið bæði orð og løg til sín, so tey sungin verða varpað út í skipið. Tað er vakurt og kveikjandi. Ein arvur verdur at fjálga.
Og so gleðiboðskapurin um Jesus Krist. Hansara kærleiki og góðsliga sinnalag. Kirkjan er hugtikin av Jesusi. Tað ljóðar einfalt og barnsligt, men barnslig er gleðin og einfalt lyndi at frøast.
At vera við tí góða orðinum um Jesus og eftir førimuni dugna fólkinum, tað er fólkakirkjunnar mál og mið.
Vónandi sanna vit orðafellið, at tað blíðkar fyri hugaðum monnum / kvinnum.
JF.
Onnur tíðindi