Skriva út

Blái Krossur- alneyðugt arbeiði fyri samfelagið

12.12.2023 Tíðindi
Vitjað var á seymistovuni omanfyri endurnýtsluhandilin í Niels Finsens gøtu
“Hevði eg áður stóra virðing fyri arbeiðinum, sum hesi fólkini gera, so er virðingin vaksin samsvarandi einum størri innliti í tað diakonala arbeiðið, ið heit hjørtu og fjálgar hendur á fakligan hátt leggja fyri dagin. Fyri ikki at tala um tað fyribyrgjandi arbeiðið, sum verður gjørt millum tey ungu.”

Hetta sigur, Jógvan Fríðriksson, biskupur, eftir at hava fingið neyvari kunning um fleiri av tilboðunum, sum Blái Krossur veitir borgarum við rústrupulleikum og teirra avvarðandi.

Í samband við at Sverri Steinhólm er settur sum diakonprestur var biskupur, dómpróstur og umsitingin á Biskupsgarði saman við Sverra Steinhólm og vitjaði Bláa Kross og Umsorganarheimið Gloria, sum eru tveir av mongum felagsskapum, sum diakonpresturin skal samstarva við.

Endamálið við vitjanini var fáa kunning um tað arbeiði, sum verður gjørt innan hesar felagsskapir.
Edva Jacobsen, aðalskrivarin á Bláa Krossi vísti runt á ymsu støðunum, sum Blái Krossur varðar av, og leiðararnir greiddu frá.

Títt rúm
Byrjað var í hugnaligu hølunum hjá Bláa Krossi í Kongagøtu í Havn, har greitt var frá um “Títt rúm”, sum er eitt fyribyrgjandi tilboð til avvarðandi hjá teimum, sum eru rúsbundin. Her kunnu avvarðandi børn, ung og vaksin læra at tosa um rústrupulleikan, merkja egnan tørv og menna evnini at seta mørk og siga frá á ein góðan hátt.

Títt rúm bjóðar samrøður, bæði til einstaklingar og bólkar, og eru 4 sálarfrøðingar knýttir at tilboðnum. Nevnt var, at nú er eisini byrjað at arbeiða við bólkaarbeiði í Suðuroy. Á tann hátt røkka tey betur um allar Føroyar við teirra tilboði.


Sverri Steinhólm, diakonprestur
Síðani var farið oman í Niels Finsens gøtu, har endurnýtsluhandilin hjá Bláa Krossi heldur til í veghæddini. Seymistova er á ovastu hædd, har møguleiki er fyri at koma inn at seyma barnaklæðir burtur úr endurnýtslu, sum síðani vera seld í endurnýtsluhandlinum.
Arbeiðið er alt sjálvboðið, og tað ger stóran mun, tí Blái Krossur verður í stóran mun fíggjað av privatpersónum, fyritøkum og tí inntøku, sum kemur frá Blákrossbúðunum og endurnýtsluhandlunum kring landið. Ein partur av fíggingini er eisini stuðulsjáttan á fíggjarlógini.

Hugaligt var at síggja umstøðurnar, og at práta við tey sjálvbodnu í handlinum.

Í niðastu hædd í Niels Finsensgøtu er Hollywood, rúsfría umhvørvið hjá teimum ungu. Greitt var frá, at verkætlanin kallast Liv Lívið, og snýr seg um at vera 100% til staðar her og nú – og uttan rús.
Í Hollywood kunnu tey ungu koma saman, hoyra tónleik og njóta litríku rúsfríu drykkirnar, framleiddir í samstarvi við Gutta Winther og Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Ein rúgva av borðspølum vóru í hølunum, og skipað verður fyri spælikvøldi mikukvøld í samstarvi við Tabletop Føroyar. Nú í jólamánaðinum er jólakafé við borðspølum, har opið er frá kl. 15 týsdag til fríggjdag.
Síðani var vitjað í hugnaligu hølunum hjá DAT, sum liggur í Lucas Debesar gøtu. DAT er ein stytting fyri Dialektisk atferðarterapi, sum verður nýtt til at hjálpa ungum fólki við rúsnýtsluórógvi.
Greitt var frá, at viðgerðarhátturin fer fram sum samtalur, og at nógv nýta hetta tilboðið.

Eisini var vitjað í Lynggøtu, har Ávegishúsið hjá Bláa Krossi liggur. Her kunnu fólk, sum eru komin burturúr rústruppuleikum búgva eitt tíðarskeið og mennast til at fara út aftur í samfelagið. Dentur verður lagdur á, at tað skal kennast heimligt og fjálgt.
Har eru nógvar sólskynssøgur og lítið er at ivast í, at fyri búfólkini, ger Ávegishúsið stóran mun á vegnum til rúsfríu tilveruna.

Úr Havn var farið inn á Blákrossheimið á Nesi, ein viðgerðarstovnur við fjølmongum møguleikum og fakligari viðgerðartrygd. Somuleiðis var vitjað á Umsorganarheiminum Gloria í Klaksvík.
Sum heitið á heiminum sigur, er endamálið at veita menniskjum umsorgan, tá ið lívið onkursvegna gevur avbjóðingar. Tað kann vera einsemi, sjúka, rúsandi evnir ella annað.

Felagsskapir sum Blái Krossur og umsorganarheimið Gloria gera eitt umfatandi arbeiði, sum røkkur nógv longri út millum borgararnar, enn tey flestu helst gera sær far um.

Leiðslan í fólkakirkjuni fegnast um, at diakonpresturin hevur møguleika at virka í samstarvi við Bláa Kross og Umsorganarheimið umframt øðrum, sum veita umsorgan til tað einstaka menniskja.

Fólkakirkjan hevur sum aðalmál, at samstarva við øll tey, ið ynskja og eru opin fyri samstarvi og samvinnu.