Skriva út
Bispavalið
05.10.2007 Tíðindi
Biskupsdømi FøroyaValstýrið
Kunngerð um bispaval
í Biskupsdømi Føroya 2007
Av tí at ongin av valevnunum fekk meir enn helvtina av atkvøðunum verður nýtt val millum teir, ið fingu flest atkvøður.
1. Valevni:
Við fyrra valumfar fingu:
Marjun Bæk 45 atkvøður
Jógvan Fríðriksson 190 atkvøður
Jákup Reinert Hansen 72 atkvøður
Bergur Debes Joensen 49 atkvøður
Uni Næs 35 atkvøður
Teir báðir, ið fingu flest atkvøður, vóru sostatt Jógvan Fríðriksson og Jákup Reinert Hansen, og tí fer fram nýtt val teirra millum.
2. Vallisti og tilfar til atkvøðugreiðsluna.
Valstýrið hevur gjørt vallista við teimum, ið hava atkvøðurætt, smbr. § 7 í kunngerð nr. 895 frá 8. december 1999 frá Kirkjumálaráðnum. Eftir hesum vallista verður tilfarið eisini til hesa atkvøðugreiðslu sent beinleiðis til hvønn einstakan, ið hevur atkvøðurætt. Tilfarið til atkvøðugreiðsluna (vegleiðing, at-kvøðuseðil og returbrævbjálvi) verður sent mikudagin 10. oktober 2007.
Treytin fyri at kunna atkvøða er, at viðkomandi stendur á vallistanum. Persónar, ið halda seg hava rætt at atkvøða, men sum ikki hava fingið tilfar til atkvøðugreiðsluna, og persónar, sum av misgáum hava fingið tilfar til atkvøðugreiðsluna, verða bidnir um at boða valstýrinum frá mistakinum í seinasta lagi fríggjadagin 19. oktober 2007.
Fráboðanin verður send valstýrinum, Bispakrivstovan, J. Paturssonargøta 20, 100 Tórshavn, tlf. 31 19 95.
3. Freist at atkvøða.
Freistin at atkvøða er úti 3 vikur eftir, at tilfarið til atkvøðugreiðsluna er sent.
Returbrævbjálvin við atkvøðuseðli skal tí verða sendur ella latin valstýrinum (Bispaskrivstovuni) beinleiðis í so góðari tíð, at Bispaskrivstovan hevur fingið hann í seinasta lagi mikudagin 31. oktober 2007 kl. 12.00.
Atkvøðuseðil, sum ikki er komin rættstundis, verður ikki tikin við.
4. Atkvøðuteljing.
Atkvøðurnar verða kannaðar og taldar mikudagin 31. oktober 2007 kl. 13.00 í kjallaranum í Vesturkirkjuni. Uppteljingin er almenn í tann mun pláss er.
Tórshavn, hin 5. oktober 2007.
Valstýrið
Ása Justinussen Gunnvør Dam Jensen Bjarni Bæk
Tummas Lauritsen Durita Tausen Hans Jacob Joensen
Onnur tíðindi