Skriva út

Biskupur við nýggjari bók

25.11.2026 Tíðindi
Sig Tað Við Einum Orði 3

Sig tað við einum orði 3 er eitt savn við 101 stuttlestrum. Lestrarnir eru lættir at lesa og hava sum aðalmál at gagna kristnu trúnni og trúarlívi hins einstaka.

Lestrarnir eru einfaldir og seta ikki krøv til djypri hugsan enn hana, at trúarlívið endurspeglast í teimum smáu løtunum gerandis og heilagt.

Forlagið Vøkstur gevur bókina út. Katrin Joensen eigur myndirnar í bókini.
Bókin er 229 síður og er til keyps í bókabúðunum fyri 175,- kr.