Skriva út

Biskupur við nýggjari bók

14.04.2026 Tíðindi
Bók 2
1 / 2 myndir

Sig tað við einum orði 2 er eitt savn við 101 stuttlestrum. Lestrarnir eru lættir at lesa og hava sum aðalmál at gagna kristnu trúnni og trúarlívi hins einstaka.

Lestrarnir eru einfaldir og seta ikki krøv til djypri hugsan enn hana, at trúarlívið endurspeglast í teimum smáu løtunum gerandis og heilagt.

Kirkjugrunnurin gevur bókina út.

Bókin telur 232 síður og er til keyps í bókabúðunum fyri 175,- kr.