Skriva út

Biskupur prædikar í Keypmannahavn 7. desember

02.12.2025 Tíðindi
Hans Egedes Og Merkid Chatgbt
1 / 3 myndir

Annan sunnudag í advent, 7. desember, prædikar biskupur Jógvan Fríðriksson, í Hans Egedes Kirkju í Keypmannahavn. Føroyskar gudstænastur eru fast í kirkjuni fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum kl. 14.

Føroyska kirkjuliðið, Sankta Ólavs kirkjulið, varð sett á stovn 28. november 1915 og hevur í ár 110 ár á baki.
Bispur hevur prædikuna, og føroyski presturin í Keypmannahavn, Borgny Brünings-Hansen, er liturgur.

Eftir gudstænastuna er hugnalig samvera og drekkamuður í hølunum við síðuna av kirkjuni, har bispur í stuttum fer at greiða frá um Fólkakirkjuna. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.