Skriva út

Biskupsvígsla í Skálholti

23.09.2011 Tíðindi
Biskupsvígsla í Skálholti

Sunnudagin 18. september 2011 var biskupsvígsla í Skálholti. Kristján Valur Ingólfsson varð vígdur til tænastuna sum vígslubiskupur.

Íslendska kirkjan hevur ta skipan, at vígslubiskupur røkir partar av tí uppgávu, ið hoyrir til biskupsdømi. Skipanin er sett í verk vegna tess, at ein íslendskur biskupur altíð er tøkur at víga ein nýggjan biskup, um sjúka ella vanlagna rakar biskupin.

Kristján Valur Ingólfsson hevur áður verið rektari á skúlanum í Skálholti. Staðið ber norðurlendskan dám. Føroyingar vóru við til at byggja skúlan, ið skuldi styrkja samstarvið millum norðurlondini. Skúlin var ætlaður ungdómi og lesandi.

Í dag er skúlin væl kendur fyri undirvísing og skeiðvirksemi hjá íslendsku kirkjuni. Heimligir gudfrøðingar og vitjandi úr t.d. Týsklandi og USA halda skeið í gudfrøði og praktiskum kirkjuligum viðurskiftum.

12. – 15. september í ár vóru tveir føroyskir prestar á skeiði í Skálholti. Heri Jógvan Joensen og Meinhard Bjartalíð nomu sær kunnleika um fornkirkjuna. Ein professari úr Bretlandi undirvísti.

Teir báðir lótu væl at frálæruni og umstøðunum. Skúlin liggur í einum frágerða vøkrum lendi, ið er góður karmur um djúphugsni og løtur í kvirru. Granni hjá skúlanum er dómkirkjan, ið er endurreist við norðurlendskum stuðli. Nevnast kann, at doypifunturin er gáva úr Føroyum. Talan er um ein vakran doypifunt úr gróti.

Heri fór heimaftur til kirkjuligar tænastur, meðan Meinhard, ið hevur lestrarfarloyvi og granskar ikonar í eysturlendsku kirkjuni, steðgaði nakrar dagar afturat og var við til biskupsvígsluna saman við fjøld av íslendskum prestum. Sostatt vóru vit tveir, ið umboðaðu Føroyar til vígsluna. Hetta var væl fagnað av íslendingum, ið meta okkum sum frændatjóð.

Tað norðurlendska samstarvið mennist í hvørjum. Føroyska fólkakirkjan hevur eitt fyrimyndarliga gott samstarv við donsku kirkjuna. Nú mennist samstarvið við íslendsku kirkjuna. Góð og vinarlig norðurlendsk bond, ið m.a. vóru staðfest og styrkt við biskupsvígsluna í Skálholti, har Karstin Nissen, biskupur i Viborg, umboðaði donsku kirkjuna.

Í september 2010 var Føroya Stiftsstjórn á vitjan í Íslandi og búðu vit nakrar dagar í Skálholti. Komandi vár koma íslendingar heim at vitja. Teir ynskja at seta seg inn í kirkjuligu viðurskiftini í Føroyum, nú føroyingar sjálvir hava ábyrgd av kirkjuni.

JF