Skriva út

Biskupsgarður hevur opið hús Mentanarnáttina 6. juni

06.06.2025 Tíðindi
Bispagardur Mentnatt

Aftur í ár luttekur Biskupsgarður á Mentanarnátt í Tórshavn, sum verður 6. juni.

Opið hús verður í Biskupsgarði á J. Paturssonargøtu 20 frá kl. 18.00 til 20.00. 
Biskupsgarður er bæði bústaður hjá biskupi við húski, og har umsitingin hjá fólkakirkjuni er staðsett. 
Í Bispastovuni verður framsýning av bispakápum og prestakjóla. Eisini verður opið út í vakra garðin, har gospelkórið Lanterna úr Fuglafirði syngur kl. 19.00.

Somuleiðis kanst tú royna eina tykisferð (virtual tour)  við VR brillum, og "ganga" tær ein túr inni í ein av føroysku kirkjunum.

Bjóðað verður kaffi og leskiligt afturvið. Vit hava eisini okkurt gott til børnini. 

Opið hús er frá kl. 18.00 - 20.00.

Vælkomin í Biskupsgarð:)

Gospelkórið Lanterna syngur kl. 19.00, uttanfyri í garðinum, um viðrar. 


Framsýning av bispakápum og prestakjóla verður í bispastovuni. 



Seinast opið hús var í Biskupsgarði, var veðrið sera gott, og nógv fólk komu á gátt.