Skriva út

Bindistova í prestagarðinum í Miðvági

12.09.2023 Tíðindi

Hósdagin 14. september kl. 19.30 verður bindistova í prestagarðinum í Miðvági.
Vit njóta løtuna við drekkamunni og binda skírnarminni. 

Tá fólk verða doypt, verða tey eftir dópin turkað við einum skírnarminni, sum tey so eiga. Hesi skírnarminni eru hekklað ella bundin. Í skírnarminnunum eru ymiskar kristnar ímyndir. 

Tógv er nokk av, men neyðugt er at hava stokkar við sjálvi.   

Bindustovur verða eisini tann 19. okt og 23. november, sama klokkutíðspunkt.

Inga og Marjun
Sóknarprestar í Vága prestagjaldi